Fortíðin hjá forsetanum verður kannað

Hvítu Húsini siga seg vera skelkað av tíðindunum um, at nývaldi iranski forsetin var millum teirra, sum rændu amerikonsku sendistovuna í Teheran í 1979.

Fortíðin
-Er tað veruliga so, at hann var ein av gíslarænarunum í sendistovuni, noyðast vit at taka støðu til ymisk viðurskifti. Vit vita tað ikki við vissu enn, men eg ivist ikki í, at vit fáa svarið, segði George W. Bush, forseti, eftir at fleiri søgdu seg kenna nývalda iranska forsetan, Mahmoud Ahmadinejad, aftur sum ein av teimum, ið hersettu amerikonsku sendistovuna í Teheran í november í 1979. Ikki fyrr enn 444 dagar seinni sluppu teir 51 amerikonsku gíslarnir leysir.
Summir amerikanskir politikarar hava longu skotið upp, at USA skal seta strong tiltøk í verk ímóti Iran, og í gjár ljóðaði, at 300 limir í Umboðsmannatinginum eru til reiðar at taka undir við uppskotinum.
Tað er alment kent, at Mahmoud Ahmadinejad var limur í kollveltingarhirðini í Iran aftan á kvettið ímóti shahinum, og at hann var ein av teimum, sum stovnaðu ein felagsskap, sum skuldi styrkja sambandið ímillum teir lærdu háskúlarnar og átrúnaðin. Tað er eisini alment kent, at tað var hesin felagsskapurin, sum skipaði fyri álopinum á amerikonsku sendistovuna í 1979, skrivar Washington Times.
Ein av gíslarænarunum, Moshemi Mirdamadi, sum í dag er limur í iranska tjóðartinginum, vísir amerikonsku skuldsetingunum ímóti tí nývalda forsetanum aftur.
-Ahmadinejad var ongantíð á sendistovuni, segði hann við fronsku tíðindastovuna AFP.