Fortíðin er farin  framtíðina kunnu vit skapa

Millum røðararnar á vinnudegnum, sum Vinnuhúsið skipaði fyri seinnapartin fríggjadagin, var eitt nú landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Bjørn Kalsø sum serliga tosaði um altjóðagerð og alheimsgerð

Vinnudagur

Bjørn Kalsø fegnaðist um, at eftir fáum árum er tað vorðið siðvenja, at hetta er dagurin, har vinnulívsfólk úr øllum landinum koma saman at viðgera stóru málini  møguleikar, avbjóðingar og trupulleikar, sum hann tók til.
- Fyrr kundu vit siga, at tað, sum er avbjóðingin hjá grannunum í dag, verður okkara avbjóðing í morgin. Her var ein ávís tillagingartíð. Men í globalu landsbygdini eru avbjóðingarnar mangan tær somu um allan heimin samstundis. Tískil gerst tillagingartíðin lítil og eingin.

Altjóðagerð
Landsstýrismaðurin helt fyri, at vit øll helst hava eina hóming av, hvat altjóðagerð og alheimsgerð fevna um.
- Uttan at fara í smálutir, kunnu vit bólka orð, hugtøk og umstøður sum marknaðaratgongd, fríhandil og lágan flutningskostnað sum eyðkenni fyri alheimsgerðina.
Hann vísti á, at viðhvørt kanst tú fáa ta fatan, at hesi rák, sum vit ikki sleppa undan, eru rótin til alt ilt og fáa skyldina fyri alskyns vanlukkur, sum raka okkum og okkara búskap.
- Men her veldst sjálvandi um fokus og perspektiv. Hyggja vit eftir vandum, síggja vit vandar, men hyggja vit eftir møguleikum, síggja vit møguleikar.

Ov varin
Landsstýrismaðurin segði, at okkara fiskivinnusøga er full av dømum um vinnufyritøkur, sum sóu møguleikar á fjarleiðum.
- Áðrenn strandalondini í sjeytiárunum løgdu meginpartin av havsins fiskigrunnum undir seg, var fiskiskapur á fjarleiðum mest týðandi táttur í okkara búskapi.
Bjørn Kalsø mælti til, at føroyingar seta á stovn fyritøkur í øðrum londum, senda starvsfólk út á fremmandar marknaðir og menna okkara framleiðslur til nýggjar marknaðir.
- Her hava vit helst verið ov varin, men eisini her er broyting um at koma í, tí í hesum døgum síggja vit ikki bara, at útlendskar fyritøkur keypa seg inn í føroyskt vinnulív, og at útlendskir peningastovnar seta seg niður í Føroyum. Vit síggja eisini føroyskar vinnulívsmenn, sum stovna fyritøkur í útlondum og føroyskar peningastovnar, sum fíggja vinnuligt virksemi í útlandinum.

Framtíðin
Landsstýrismaðurin vísti á, at vit sleppa ikki undan framtíðini  og vit sleppa ikki undan broytingum.
- Fortíðin er farin. Framtíðina kunnu vit skapa  og framtíðin er nú, segði Bjørn Kalsø.