MAKRELUR
Nú Jacob Vestergaard umsíðir er liðugur við politiska samráðingarumfarið við fiskimálaráðharrarnar í Íslandi, Noregi og ES, fer landsstýrismaðurin at forhoyra seg hjá politiska baklandinum um, hvussu stór makrelkvotan í føroyskum sjógvi ætlandi skal verða fyri 2010.
- Hetta verður mín avgerð sum landsstýrismaður, men eg haldi tað vera skilagott at taka spurningin upp, áðrenn endalig støða verður tikin.
Tað var líka sum uttanlandsnevndin, ið ynskti, at Jacob Vestergaard tók hetta politiska samráðingarumfarið við ávikavist Ísland, Noreg og ES, men landsstýrismaðurin veit einki um, at hann skal møta aftur í uttanlandsnevndini at greiða frá tí, sum fram er farið í hesum samráðingum.
- Hóast einki ítøkiligt kom burtur úr í prosentum, hava vit havt høvi at skift orð um viðurskiftini og nógvar ymiskar tættir í hesum máli, sum vit halda hevur stóran týdning fyri okkara viðkomandi. Allir partar hava í samráðingunum líka sum ásannað, at árið 2010 er farið, og at neyðugt er at venda aftur til býtispartin, tá samráðingar verða aftur um býtið fyri næsta ár, sigur hann.
Støðan væl lýst
Jacob Vestergaard sigur, at í politisku samráðingunum hevur verið roynt at lýsa og grundgivið fyri føroysku støðuni um ein býtispart upp á 15% av heildarkvotuni, sum landsstýrismaðurin hevur lagt upp til.
- Vit hava latið hinar partarnar vita, at makrelur í nógv størri mun enn áður er í føroyskum sjógvi og etur av tí tilfeingi, sum aðrir fiskastovnar eisini skulu liva av. Haraftrat hava vit víst á nýggju kanningarnar um, at makrel gýtir um stóran part av føroyskum havøki. Vit hava eisini víst á, at meðan Ísland, sum ikki hevur verið partur av strandalandaavtaluni, hevur fiskað 250.000 tons av makreli í 2008 og 2009 – beint við føroyska fiskimarkið – hava Føroyar, sum hava verið partur av avtaluni, somu ár bara kunnað fiskað 50.000 tons. Eisini hevur verið víst á, at nøgdirnar av makreli, sum ES-skip hava fiskað ov nógv og sannlíkt eisini hava kastað í havið aftur, er fleiri ferðir føroysku kvotuna í avtaluni millum londini.
At enda hevur landsstýrismaðurin eisini víst á, hvussu tengt føroyska samfelagið er at fiskivinnu, og at Føroyar mugu sleppa at fiska meiri av makreli, tá hesin er í stórari kapping við aðrar fiskastovnar um føðina í okkara havøki.
Eingi lyfti
- Eg føli, at vit hava fingið eitt ávíst forstáilsi fyri okkara sjónarmiðjum, men at bæði Noreg og ES halda, at talan eigur at verða um eina meiri skipaða gongd, sum byggir á skipaðar kanningarhættir, eitt nú á økir og árstíðir, ið kunnu staðfesta tey viðurskifti, vit tosa um.
Jacob Vestergaard sigur seg tó onga hóming hava av, hvat kann spyrjast
burtur úr teimum samráðingum, sum verða um býtið av felagskvotuni fyri 2011.
- ICES hevur hampilig hagtøl yvir makrel, tá hann gýtir, men eg haldi ikki, at felagsskapurin hevur nóg stórt innlit í, hvar beitið hjá fiskinum er.
Landsstýrismaðurin vísir á, at føroyskt havøki fyri fyrstu ferð í ár hevur verið partur av felagskanning um gýtingarøkir hjá makreli, og her hava vit sum nevnt fingið staðfest, at fiskurin eisini gýtir um ein stóran part av okkara øki.
- Úrslitini av felags kanningunum verða ikki liðugt viðgjørd í ICES fyrr enn til heystar, og eg vænti, at felagsskapurin tá eisini fer at brúka hetta tilfar sum part av stovnsmetinginum fyri makrel, sigur Jacob Vestergaard.
Hann sigur at enda, at hvørki Noreg ella ES hava sett fram hóttanir um
avleiðingar, nú Føroyar fara at áseta sær eginkvotu av makreli fyri 2010.










