Forsølan til dystirnar hjá føroyska A-landsliðnum í fótbólti móti Kasakstan og Eysturríki er nú byrjað.
Teir báðir heimadystirnir eru teir seinastu í hesi undankappingini, og teir skulu spælast ávikavist 11. og 15. oktober. Forsølan til dystirnar er nú byrjað, og kunnu atgongumerki keypast á heimasíðuni hjá FSF.










