Palli Dalsgaard
Teir gomlu brúktu mangan orðafelli, tað og tað endar við forskrekkilsi. Í orðabókini tíðir orðið skelkur ella hvøkkur. Tað danska orðið er meira ógvusligt, líkasum sigur meira. Tað eg hugsi um, er, Íslands sáttmálin, hvørjum endar hann við? Endar hann ikki við forskrekkilsi? At íslendarar fara við tí vit eiga av virðum og at vit verða at sita eftir sum svartaper.
Var tað ein vanlukka, at okkara løgmaður fekk sett íslandssáttmálan í verk? Hevur tað nakran týdning ið vit fáa, ið mun til tað íslendarar fara við frá okkum.
Hví verður so lítið tosa og skriva um hendan býtishandil, er alt, ið fer fram hjá okkum gott, bara tað ikki er danskt? Veljarin hevur krav uppá, at okkara ráðandi fólk rassast við og fáa gjørt nakað við hendan handil, um so er at nakað kann gerast við hann. Ti tað sær út fyri okkum, sum at hesin handil er alt annað enn nakar fyrimunur hjá okkum. Liggur nakað aftanfyri at so lítið verður sagt og skriva tí val er í hondum?
Vit hoyra so mangan at tað skal hyggjast frameftir, tað er ikki nokk. Tað skal hyggjast bæði væl og langt frameftir. Og verða knappur á sjóvarfallinum um tað ikki gongst sum ætlað, heldur enn at lata standa til. Veljarin hevur krav uppá hvussu hesin sáttmálin roynist ídag, heldur enn hvat vónirnar vóru um hann, tá hann var settur í verk.










