Inntøkutrygd
Uppi í inntøkutrygdini ella minstulønini, sum fiskimenn fáa, tá veiða ella fiskaprísir svíkja, er eisini Forskotsgrunnur Fiskimanna, sum hevur til uppgávu at rinda langfarafiskimonnum forskot, meðan teir eru burtur.
Forskotið, sum hesir menn fáa útgoldið, verður afturrindað av reiðríunum nakrar vikur eftir, at lastin er løgd upp.
Forskotið, sum langfarafiskimenn fáa, er 20.000 krónur um mánaðin.
Spurdur um forskotið hevur nakað við inntøkutrygdina annars at gera, sigur deildarstjórin á Lønjavningarstovuni, at tað hevur tað.
- Tað er soleiðis, at forskotið, sum vit gjalda út, hevur trygd í inntøkutrygdini hjá fiskimonnum. Soleiðis virkar eisini forskotsskipanin undir inntøkutrygdini, sum politiski myndugleikin nú ætlar at leggja út til arbeiðsmarknaðin at umsita og – við tíðini – eisini at gjalda, sigur Hanni Thomsen.