Bjarni Djurholm, løgtingsmaður, hevur sett Jørgen Niclasen, landsstýrismanni í fíggjarmálum, ein grein 52a fyrispurning um at verkafólk missa 1.100 krónur um mánaðin orsaka av politikki samgongunar.
Løgtingsmaðurin spyr millum annað fíggjarmálaráðharran, hvørja ávirkan tað hevur á pensjónina, um inngjaldið verður forskattað, í mun til um pensjónin verður skattað við útgjald.
Í svari sínum sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, at tað hevur ongan týdning fyri skattgjaldaran, hvørt eftirlønin verður skattað við inngjald ella við útgjald, um skattaprosentið er tað sama.