Skúlastýrið í Sankta Frans skúla
-----
Í desember kundi Sankta Frans Skúli hátíðarhalda, at Forskúlin varð 50 ár og skúlin varð 80 ár. Hetta er í 2014 ein vælvirkandi skúli í miðbýnum, ið hýsir 293 børnum og 28 lærarum.
Forskúlin fær á hvørjum ári millum 40 og 50 børn, ið ganga í nýggja bygninginum. Her er frítíðarskúli eisini, so her hava børnini góðar møguleikar til spæl og miðvísa læring. Í forskúlanum arbeiða fólk við drúgvum royndum á økinum, námsfrøðingar og lærarar. Hóast børnini eru býtt upp í tveir flokkar, er nógv samstarv flokkanna millum.
At hava ein forskúla, ið byggir á siðvenju, umframt at pláss er fyri nýhugsan er ómetaliga gevandi og stimbrandi fyri børnini. Her hava tey møguleika at arbeiða við viðkomandi evnum, so sum ferðslu og kosti, samstundis sum tey gera nógv við telving, tónleik og arbeiða nógv á kreativa økinum. Nógv verður sungið og børnini læra at vísa øðrum, hvat tey duga – umráðandi at læra í dagsins samfelag. Eisini verður arbeitt miðvíst við ljóðum og stavum, tølum og spølum, har børnini sita og hugsavna seg um ávíst. Av tí at børnini eru saman allan dagin, eru góðir møguleikar at spæla frítt og at mennast á tí økinum eisini.
Ynskiligt er sjálvsagt, at børnini í Forskúlanum halda fram í Sankta Frans Skúla – tí sera góðir møguleikar eru fyri samstarvi millum Forskúlan og 1. flokk. Tað verður eisini gjørt. Í 1. og 2. flokki fara børnini niðan í Badmintonhøllina í frítíðarskúla. Har hava børnini møguleika at knýta vinabond tvørtur um flokkar og Badmintonhøllin liggur sera væl fyri í Gundadali. Trivnaðurin er í hásæti og børnini hava ríkar møguleikar at mennast á øllum økjum. Dugnalig starvsfólk við visiónum eru um børnini frá morgni til foreldrini koma eftir teimum eftir loknan arbeiðsdag.
Til føðingardagshaldið í desember segði borgarstjóri okkara nakað soleiðis: “Nonnuskúlin hevur verið ein skúli í býnum í 80 ár – og hann er komin fyri at vera”.
Hetta gleðir sjálvsagt okkum foreldur almikið, tí vit halda avgjørt, at Sankta Frans Skúli er eitt gott, stimbrandi tilboð til børn okkara.