Forsetin og øll íslendska tjóðin fegnast

Òlafur Ragnar Grímsson sigur, at tað kenst framúr gott at verða íslendingur í dag

Í Reykjavík og kring alt Ísland stórfegnast tey um, at fótbóltslandslið teirra á fyrsta sinni hevur rokkið einum endaspæli í fótbólti.

 

Millum tey, sum vóru á Laugardalsvøllinum til dystin ímóti Kasakstan varð íslendski forsetin, Ólafur Ragnar Grímsson. "Hetta er ótrúliga stórt" segði forsetin, tá íslendska Morgunblaðið fekk orðið á hann, meðan hann saman við íslendsku tjóðini fegnaðist um stóra fótbóltsbragdið.

 

Ólafur Ragnar forseti heldur slíka stund verða ógvuliga savnandi fyri íslendsku tjóðina. - Hetta er úrslitið av avrikunum hjá mongum fólkum gjøgnum árini. Og ítrótturin hevur altíð gjørt sítt til at savna tjóðina, staðfesti Ólafur Ragnar forseti. Forsetin heldur, at tað kenst framúr gott at verða íslendingur í dag.