Hóast valhølini, sum lótu upp í morgun, ikki lata aftur fyrr enn sunnukvøldið, ynskir Charles Michel háðandi russiska forsetanum, Vladimir Putin, longu tillukku við stórsligna valúrslitinum.

Forsetin í Evroparáðnum ynskir Putin tillukku

- Eingin andstøða, einki frælsi, einki val, skrivar Charles Michel á Twitter í dag. Valhølini í Russlandi lótu upp í morgun, og tey lata ikki aftur fyrr enn sunnukvøldið.

Hóast valhølini, sum lótu upp í morgun, ikki lata aftur fyrr enn sunnukvøldið, ynskir Charles Michel háðandi russiska forsetanum, Vladimir Putin, longu tillukku við stórsligna valúrslitinum.

Forsetin í Evroparáðnum, Charles Michel, ger í dag gjøldur burtur úr Vladimir Putin og russiska forsetavalinum.

 

Í einum uppslagi á X, fyrrverandi Twitter, ynskir hann í dag russiska forsetanum "tillukku" við stórsligna forsetavalinum, sum byrjar í dag.

 

- Eingin andstøða, einki frælsi, einki val, skrivar hann á Twitter.

 

Valhølini í Russlandi lótu upp í morgun, og tey lata ikki aftur fyrr enn sunnukvøldið.

 

Tað er einki, sum bendir á, at forsetavalið verður frælst ella demokratiskt - ei heldur, at vit fara at síggja nakað óvæntað úrslit.

 

##med2##

 

 

 

 

 

Hóast valhølini, sum lótu upp í morgun, ikki lata aftur fyrr enn sunnukvøldið, ynskir Charles Michel háðandi russiska forsetanum, Vladimir Putin, longu tillukku við stórsligna valúrslitinum.

Á valinum fer Vladimir Putin at tryggja sær eitt nýtt 6-áraskeið sum forseti.