Blaðið The Times veit at siga, at ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, seinastu dagarnar hevur yvirlivað tríggjar drápsroyndir.
Sambært ónavngivnum keldum, sum blaðið endurgevur, hava ymiskir bólkar roynt at myrða forsetan, men higartil eru royndirnar miseydnaðar.
Fyrr í hesi vikuni upplýstu keldur fyri The Times, at fleiri enn 400 leiguhermenn nú jagstra forsetan í Kiev.
Blaðið veit at siga, at ein bólkur av leiguhermonnum, sum stendur Vladimir Putin nær, kom úr Afrika til Ukraina fyri fimm vikum síðan.
Sambært The Times eru boðini at gera av við Volodymyr Zelenskyj og stjórn hansara.










