Andstøðan í Kirgisistan sigur í kvøld, at landsins forseti, Kurmanbek Bakijev, er flýddur úr høvuðsstaðnum, og ein embætismaður hjá loftferðslumyndugleikunum sigur, at forsetin er farin av landinum við flogfari.
Tað hevur verið sera ófriðarligt í Kirgisistan, har fólk hava mótmælt hækkandi prísum á brennievni og mutur í teirri almennu umsitingini.
Í høvuðsstaðnum Bisjkek hava fleiri samanbrestir verið millum mótmælisfólk og løgregluna, og franska tíðindastovan AFP skrivar, at minst 21 fólk eru deyð í bardøgunum.