Forseti skuldsettur fyri fólkamorð

Sum tann fyrsti virkandi ríkisleiðarin er sudanski forsetin skuldsettur fyri fólkamorð

Forsetin í Sudan, Omar Hassan al-Bashir, er sum tann fyrsti virkandi ríkisleiðarin nakrantíð skuldsettur fyri fólkamorð. Sjálvur heldur hann, at skuldsetingin fer bara at gera støðuna uppaftur verri.

Altjóða samfelagið hevur ferð eftir ferð fordømt ta harðrendu framferðina hjá sudansku stjórnini ímóti uppreistrarmonnum í landspartinum Darfur. Arabiskir hernaðarbólkar, sum sambært altjóða samfelagnum fáa stuðul frá sudansku stjórnini, ferðast millum bygdirnar, har teir ræna, neyðtaka og myrða fólk frá hond. Sudanska stjórnin avsannar, at hon hevur nakað við tey arabisku harkaliðini at gera.

USA hevur fleiri ferðir kravt, at sudanska stýrið skal steðga áganginum ímóti sivilfólkinum í Darfur, og amerikanska stjórnin hevur mælt altjóða samfelagnum til at fáa eitt valdsskifti í Sudan. Tað er ikki hent, men í sunnudagin valdi ovasti ákærin hjá altjóða krígsbrotsmannadómstólinum ICC, Luis Moreno-Ocampo, at skuldseta sudanska forsetan, Omar al-Bashir, fyri fólkamorð. Samstundis bað hann eina nevnd hjá ICC taka støðu til eina áheitan um at krevja forsetan handtiknan.

Hetta er fyrstu ferð, at ein virkandi ríkisleiðari er skuldsettur fyri fólkamorð, og um nakrar vikur fæst at vita, um ICC fer at biðja um at fáa hann handtiknan.

Omar al-Bashir heldur lítið um skuldsetingina. Tað gera nógvir sudanar eisini, tí tá forsetin vísti seg alment í gjár, vóru nógv fólk komin saman at fagna honum og at rópa rakstrarróp eftir USA. Sambært sudanska ST-sendiharranum skal Omar al-Bashir hava sagt, at skuldsetingin ímóti sær fer ikki at bøta um viðurskiftini í Darfur, heldur tvørturímóti.