-Vit hava nóg mikið av próvtilfari, sum gevur ábendingar um, at forsetin hevur framt neyðtøku og annan kynsligan ágang, stendur í einari kunngerð frá ísraelsku løgregluni, sum hevur fingið kærur frá fleiri kvinnum, sum hava arbeitt hjá Moshe Katzav. Í kunngerðini frá løgregluni stendur eisini, at løgreglan hevur haldgóðar upplýsingar, sum prógva, at forsetin hevur brotið lógina um avlurting.
Kunngerðin frá løgregluni kom, beint eftir at leiðslan í løgregluni hevði havt fund við Menachem Mazuz, løgmálaráðharra.
Í sambandi við kanningarnar hevur ísraelska løgreglan kannað meiri enn tíggju kærur um neyðtøku og annan kynsligan ágang. Summar av kærunum stava frá teirri tíðini, tá Moshe Katzav var ráðharri, men nakrar eru eisini frá hansara forsetatíð. Allar kærurnar eru frá kvinnum, sum hava arbeitt hjá honum.
Tann 61 ára gamli forsetin, sum er giftur og eigur fýra børn, vísir øllum skuldsetingunum aftur, og hann vil vera við, at skuldsetingarnar eru als ikki kannaðar. Skal forsetin fyri rættin, skal tjóðartingið fyrst taka politiska órinið frá honum, og tí liggur avgerðin í tinginum.