235.284 níslendingar kunnu í dag fara í valhølið at velja forseta. Valhølini lata upp í morgun, og uppteljingin byrjar klokkan tíggju í kvøld, tá øll valhølini eru latin aftur.
Á seinasta forsetavalinum, sum var í 2004, var valluttøkan 62,2 prosent, men okkurt kundi bent á, at hon verður størri hesaferð. Eitt nú eru meiri enn 35.000 brævatkvøður hesaferð.
Tær seinastu meiningakanningarnar hava bent á, at verandi forsetin, Ólafur Ragnar Grímsson, verður afturvaldur. Í einari kanning fyrr í vikuni fekk hann 57 prosent av atkvøðunum og í einari aðrari góð 50 prosent. Hansara einasti veruligi kappingarneyti, Þóra Arnórsdóttur, fekk í báðum kanningunum góð 30 prosent.