Forsølan til Ólavsøkukabarettina byrjað

Undanfarin ár hevur einans verið møguligt at keypa atgongumerki til Ólavsøkukabarettina ein tíma undan sýning. Í ár verður sum nakað nýtt roynt at selja atgongumerki í forsølu. Hvønn gerandisdag millum klokkan 16 og 18 verdur opið í Sjónleikarhúsinum í Havn, har tey, ið vilja tryggja sær eitt pláss til eina av sýningunum, kunnu støkka inn á gátt.

Nú nærkast ólavsøkan, og hetta merkir langir arbeiðsdagar hjá manningini, sum stendur fyri árligu Ólavsøkukabarettini. Arbeitt verður bæði dag og nátt við at fáa alt liðugt  skriva, venja og seta ljós. Tí alt skal vera klárt, tá framframførslan byrjar tann 26. juli.
 
Vanligt hevur verið, at kabarettin koyrir langt inn í august mánað. Men í ár verður hetta av ongum, av tí at Sjónleikarhúsið verður nýtt at hýsa einum sjónleikafestivali, sum  verður hildin fyrstu vikuna í august.