Í rúgvusmikla útbúgvingarálitinum, sum fyri stuttum varð lagt fyri tingið, er nevnt, at stuðul eigur at verða veittur verkætlanum um søvn, ið privafólk ella áhugafeløg taka stig til.
Í løtuni arbeiða limir í Føroya Ellisakførum við einari ítøkiligari ætlan um spennandi fornminnissavn í gamla vatnbrunninum við Gráastein í Havn.
Føroya Ellisakfør hevur fingið gamla vatnbrunnin til leigu frá Tórshavnar Býráð, og í løtuni verður arbeitt við at gera brunnin kláran til at hýsa ellisakførum limanna. Men ætlanirnar við vatnbrunninum við Gráastein eru størri enn so. Føroya Ellisakfør hevur ætlanir um at gera landsins fyrsta tøkniliga fornminnissavn, sum umframt at hýsa bilum eisini skal hýsa øðrum lutum, ið hava søgutøkniligan áhuga.
Ein slík verkætlan krevur pening, og tí er spurningurin, um mentamálaráðharrin heldur, at hon eigur at stuðlast, eins og útbúgvingarálitið mælir til.
Má kannast
Signar á Brúnni, mentamálaráðharri, sigur seg ikki kenna so nógv til verkætlanina hjá Føroya Ellisakførum. Men hann heldur tó, at talan er um eina spennandi verkætlan.
? Um Føroya Ellisakfør kunnu vænta sær almennan stuðul til verkætlanina kann eg ikki siga enn, tí hóast útbúgvingarálitið mælir til stuðul til líknandi verkætlanir, er enn ógreitt, hvat kann stuðlast og ikki.
Mentamálaráðharrin sigur seg ikki kunna geva nakað ítøkiligt svar um, hvørjar líknandi verkætlanir kunnu vænta sær stuðul, fyrr enn ein arbeiðsbólkur hevur gjørt greiðar reglur um, hvørjar treytir skulu setast til slíkar verkætlanir, fyri at tær kunnu fáa fíggjarligan stuðul.
Rúgvusmikið álit
? Útbúgvingaráltið er rúgvusmikið og vísir á nógvar góðar ætlanir, ið krevja at verða kannaðar nærri av arbeiðsbólkum. Tí kann eg ikki siga, nær eg fari at seta ein arbeiðsbólk at kanna møguleikarnar fyri stuðul til søvn. Tað er nevniliga avmarkað, hvussu nógvar arbeiðsbólkar, vit kunnu hava sitandi samstundis.
Signar á Brúnni vísir tó á, at tá ein arbeiðsbólkur er settur at viðgera hetta mál, kann væntast, at ein niðurstøða kemur eftir einum hálvum ári.