Fornminni
Miðvági:Sunnudagin hittust umboð fyri flestu fornminnisfeløgini og í landinum saman við fólki frá Føroya Fornminnissavni á stevnu í Miðvági.
Fólk við áhuga fyri fornminnum hava seinastu árini árliga hitst hjá hvørjum øðrum at røða um felags áhugamál. Eisini hava fólk frá Føroya Fronminnissavni verið við á hesum fundum. Tann sjeyndi av hesum árligu fundunum var sunnudagin í Miðvági. Tá hittust fólk frá teimum flestu av teimum 14 -15 fornminnisfeløgunum, sum eru í landinum. Fornminnisfelagið í Miðvági var vegna tey trý feløgini í oynni vertur fyri fundinum
Hildur Joensen er skrivari í Miðvágs Fornminnisfelag. Hon greiðir frá, at dagurin byrjaði við fyrilestrum í bygdarskúlanum í Miðvági. Fyrst helt hon sjálv ein fyrilestur um Jansagerði, har hon greiddi frá bygningum og søgu hjá gamla prestagarðinum.
Miðvágs Fornminnisfelag hevur fingið gomlu uppsitarhúsini í Jansagerði sum felagshús. Tað vil siga, eini hús, sum vórðu bygd fyrrapartin í farnu øld av tilfari, sum fingið var frá gomlu uppsitarhúsunum á prestagarðinum.
Miðvágs Kommuna hevur keypt húsini og latið Forninnisgefelagnum tey í varðveitslu. Felagið ger tey í stand og fer at brúka tey til felagsarbeiði, sigur Hildur Joensen. Talan verður kotini ikki um nakað savn sum so, sigur Hildur Joensen, men eini felagshús, har ymisk tiltøk kunnu haldast.
Eftir fyrilesturin um Jansagerði, varð eisini hildin fyriliestur, har greitt varð frá bygdarsavninum í Sørvági.
Seinnapartin vóru aftur fyrilestrar ella kunning, sum onkur valdi at nevna tað, í bygdarskúlanum í Miðvági, har millum onnur landsantikvarurin, Steffen Stumman Hansen, greiddi frá virkinum hjá Fronminnissavninum og hvat Savnið í framtíðini hevur av ætlanum.
Sum vera man varð eisini vitjað ymsastaðni í oynni, har nógv søgulig støð eru at hyggja at.
Um middagstíð varð farið til Sørvágs at síggja bygdarsavnið har, áðrenn farið varð til døgurða á Hotel Vágum. Dagurin endaði við rundvísing í Miðvági og Sandavági.
Í Miðvági varð hugt at Beitishúsunum, har Mikkjal á Ryggi var føddur. Húsini, og sum Vága Dansifelag nú eigur og hevur undir umvæling. Úr Beitinum varð farið niðaní Hýsisá at síggja tey bæði ørindini, sum Mikkjal á Ryggi í hoyna 1909 høgdi í helluna. haðani varð farið niðan í Kálvalíð at síggja gomlu húsini har.
Úr Kálvalíð varð farið yvir um í Jansagerði, og endaði dagurin í Vágum við eini rundvísing við Løgmansgarðin á Steig í Sandavági










