Forngripatjóvar tiknir

Griksku myndugleikarnir siga nú, at løgreglan hevur handtikið tríggjar menn, sum eru skuldsettir fyri at hava verið við til at ræna umleið 80 forngripir úr einum savni í Athern fyri nøkrum mánaðum síðani. Sambært fjølmiðlunum er tað líkt til, at menninir eru grikkar.

Á savninum eru ymsir forngripir, sum hava tilknýti til søguna hjá teimum olympisku leikunum, og teir elstu eru meiri enn 3.000 ára gamlir. Millum lutirnar, sum rænararnir tóku við sær, var ein 3.200 ára gamal gullringur, ein brosnustandmynd av einum ítróttarmanni og ein 2.400 ára gomul oljukrukka.

Griksku søvnini fáa javnan vitjan av ránsmonnum. Tann ógvusliga fíggjarkreppan, sum hevur rakt landið, hevur millum annað gjørt, at nógv færri fólk arbeiða á søvnunum nú enn fyrr, og tað ger, at forngripirnir eru ikki so væl vardir nú sum fyrr.