Fornermaðir danir forða fyri sjálvstýri

Danskir politikarar meta føroyska ynskið um sjálvstýrið sum eitt álop á teir og danska mentan, heldur landsstýrismaðurin í fullveldismálum

Eyðun Klakstein


- Danskir politikarar er firtnir inn á okkum. Teir taka tað sum ein kritikk av teimum og danskari mentan, at føroyingar ynskja at taka fulla ábyrgd av sær sjálvum.

Hetta sigur landsstýrismaðurin í fullveldismálum, Høgni Hoydal, við donsku avísina, Berlingske Tidende, í gjár.

Hann heldur, at danska forsætismálaráðið til eina og hvørja tíð hevur eina ætlan klára, sum skal forða fyri at føroyingar fáa sjálvstýrið.

- Donsk nationalisma er størsta forðingin fyri einum samráðingarúrsliti. Tí hvat hevði Danmark verið uttan sínar norðuratlantisku ognir. Tað hevði verið ábyrgdarleyst av einum donskum forsætisráðharra at fráskriva land- og sjóøki, sum er tríggjar ferðir størri enn Danmark, sigur Høgni Hoydal.

Landsstýrismaðurin heldur eisini, at danski forsætismálaráðharrin, Poul Nyrup Rasmussen, líður undir ?personlig forfængelighed?, tá tað snýr seg um føroysk viðurskifti.

- Eg veit ikki, um hetta er tengt at bankamálinum, men tað er óheppið, um persónligar kenslur skulu vera ein meinbogi fyri samráðingarnar. Vit eiga at kunna tosa saman sum vaksin fólk, sigur Høgni Hoydal við Berlingske Tidende.

Eftir grundgevingini at døma eru hesi viðurskifti generelt sæð grundarlagið hjá Vágatunnilinum, og sum tað verður sagt í frágreiðingini ?Til tess at meta um, hvat boð er til mestan fyrimun fyri felagið?, verða boðini mett út frá:


?Samsvar við ætlan fyri útbjóðing

?Prísi

?Alternativum og reguleringum

?Tekniskum viðurskiftum, so sum uppskot til arbeiðsætlan og amboð

?Skipan av arbeiðinum, leiðslu og manning

?Fíggjarligum umstøðum


Samanum tikið vildi P/F Vágatunnilin nú vera við:


14) at P/F J&K Petersen var vorðið kr. 300.000,- bíligari enn vit!


15) at sami hevði størri tekniska leiðslu og fíggjarliga orku og tí

16) mettir kunna gera arbeiðið liðugt til tíðina


Eg skal ikki plága lesaran við smálutum, men stutt viðmerkja, at roknistykkið hjá Vágatunnilinum tykist føra til, at verður roknað nóg leingi, kann umrødda arbeiðið gerast ókeypis.

Viðvíkjandi tekniskari og fíggjarligari orku og hetta at gera arbeiðið liðugt til tíðina er einans at viðmerkja, at hesi viðurskifti eru mett í sambandi við, at vit vórðu innbodnir at bjóða, og at tveir sera royndir stovnar hava tilmælt, at vit skulu gera arbeiðið.


Málsviðgerðin higartil

Landsstýrismaðurin í vinnumálum hevur álagt P/F Vágatunnilinum at tingast við okkum sum havandi lægsta tilboð. Fundur var avtalaður tann 9. juni, men varð avlýstur, tí stjórin í P/F Vágatunnilin bar seg undan, orsakað av banninum, sum Føroya Handverksmeistarafelag hevði lýst tann 31. mai. Okkum kunnugt varð bannið einans lýst navngivnum fyritøkum, sum bjóðaðu ! Avtalað varð síðan, at nýggjur fundur skuldi verða tann 14. juni, men boð komu stutt eftir, at Dávid Reinert Hansen verður burturstaddur alla vikuna (vika 24), og eingin nýggjur fundur er avtalaður.


P/F Vágatunnlinum tykist ikki hava skund

Vit hava ikki enn mist vónina um, at P/F Vágatunnilin ber seg at sum allir aðrir byggiharrar og tekur upp tingingar við lægstbjóðandi og tekur tey mál upp á fundi við okkum, sum eiga at verða viðgjørd millum okkum og teir og ongan annan ? og ikki í fjølmiðlum og allar aðrar óviðkomandi staðir. Hevði hetta byggimál verið viðgjørd eftir vanligum leisti, høvdu vit fyri langari tíð síðan verið bodnir til fundar um sáttmála at gera arbeiðið. Til lesarans upplýsing skal nevnast, at bara lægstbjóðandi kann lækka sítt tilboð enn meir. Hetta kunnu hinir bjóðararnir ikki gera sambært lógina um útbjóðing (licitatión). Tað má standa flestu fólkum greitt, at tað hevði verið skilabetri at fingið tílíkt burtur úr, enn at fara undir kryptiskar og kanska ólógligar lækkingar av næstlægsta tilboðið og so í seinasta enda rokna við einum millióna-endurgjaldskravi frá okkum omaní. Telur tað heldur ikki við, at vit eru samstarvsfelagar hjá NCC Vágakonsortiet, ið hevur lægsta tilboðið til sjálvt boriarbeiðið ?


Niðurstøða

Hetta er sum at vera boðin í brúdleyp sum verdugur gestur og so verða hunddálkaður, uttan at nakar rættir hond frá síðu at steðga hesum. Betur hevði sømt seg brúðarparinum ikki at boðið okkum í hetta brúdleyp.

Hvussu hetta brúdleyp fer at enda er ilt at siga, men sum náttin líður ber veitslan brá av gølu, men enn ber brúðarparinum og teirra avvarðandi til at bjarga brúdleypinum frá at enda í skomm og gølu, sum leingi fer at verða havt á munni.


Tórshavn, hin 12. juni 2000

Vegna P/F Byggitek

Tummas Sørensen, stjóri