Formurin fyri mammografi screening kannast

Landsstýrismaðurin er av teirri fatan, at tá ið eftirlitsmyndugleiki okkara mælir til, at slík kanning verður gjørd, so eiga vit at seta slíkar kanningar í verk, sigur Helena Dam á Neystabø m.a. í svari sínum viðvíkjandi fyrispurningi um fyribyrging av bróstkrabba

Ólavur í Beiti


Tað var Katrin Dahl sum setti Helenu Dam á Neystabø tríggjar spurningar í sambandi við mammografi screening í Føroyum. Katrin Dahl, vildi hava at vita, um landsstýrið hevur ætlanir um at virka fyri, at reglulig røntgenkanning av bróstum - mammografi screening - sum tað eisini verður rópt, verður sett í verk?

Í øðrum lagi vildi Katrin Dahl hava at vita, um tað er so, at útgerð og fakligur førleiki til slíkar kanningar er á Landssjúkrahúsinum? Og í triðja lagi, um so er, heldur landsstýrismaðurin, at tað hevði verið skilagott?


Formurin

Viðvíkjandi fyrsta spurninginum, svarar Helena Dam á Neystabø, at eftirlitsmyndugleikin hjá føroyska heilsuverkinum, danska Sundhedsstyrelsen, hevur mælt til, at mammografi screening verður gjørd av kvinnum í aldursbólkinum 40-59 ár, landsstýrismaðurin kannar í løtuni, um hetta eisini skal setast í verk í Føroyum og undir hvørjum formi.

Og til næsta spurningin, svarar heilsumálaráðharrin, at mett verður, at útgerð og fakligur førleiki er tilstaðar á Landssjúkrahúsinum. Tað er tó givið, at verður almenn mammografi screening sett í verk í Føroyum, so er neyðugt við ávísum umprioriteringum, ella at fleiri ressoursir verða tilførdar sjúkrahúsinum. Tað er tó altavgerðandi undir hvørjum formi, ein møgulig mammografi screening verður gjørd.


Fyrireikingar

Til triðja spurningin, svarar Helena Dam á Neystabø, at landsstýrismaðurin er av teirri fatan, at tá ið eftirlitsmyndugleiki okkara mælir til, at slík kanning verður gjørd, so eiga vit at seta slíkar kanningar í verk. Tað skal tó ásannast, at ávís fyrireiking skal gerast, áðrenn slíkar kanningar kunnu setast í verk, og støða eigur eisini at verða tikin til undir hvørjum formi, hesar kanningar skulu gerast. Hetta verður í løtuni arbeitt við innan heilsuverkið.