Formula á nýggjum undirlagi

Roknað verður við, at HB skal spæla heimadyst í annaðkvøld og B36 mikukvøldið

17. umfarið hongur í leysum lofti. Tveir dystir eru ikki spældir. Ætlanin er at fáa teir frá hondini í hesi vikuni. Um tað gongst, sum tað verður vónað og roknað við, so verður ein spældur týskvøldið, og ein verður spældur mikukvøldið.

Talan er um heimadystirnar hjá stóru havnarfeløgunum B36 og HB. Í vikuskiftinum bar tað grannunum í Gundadali ikki at spæla. Orsøkin er tann, at nýggja graslíkið, sum ætlanin var, at tað skuldi spælast á á Ólavsøku, ikki er klárt enn.

Í vikuskiftinum hava myndugleikarnir í høvuðsstaðnum sagt, at um veðrið verður til vildar í dag, so verður graslíkið klárt at spæla á týskvøldið. Fótbóltssambandið hevur ikki viljað ásett, nær dystirnir skulu verða, áðrenn dagurin í dag er liðugur, og tað harvið er greitt, um nýggja graslíkið verður klárt at spæla á.

Um tað gongst, sum myndugleikarnir í høvuðsstaðnum ætlað, so fara HB og AB at spæla týskvøldið, og so fara B36 og B71 at spæla mikukvøldið.