Á aðalfundinum hjá Starvsmannafelagnum 5. mars skal ein nýggjur formaður veljast, aftaná at Selma Ellingsgaard hevur boðað frá, at hon ikki stillar upp aftur. Selma Ellingsgaard hevur verið forkvinna í felagnum síðani 8. mars 2008, tá hon tók við eftir Gunnleiv Dalsgarð.
Hóast aðalfundurin ikki verður fyrr enn 5. mars, so ber longu til nú at velja nýggjan formann. Frá í dag av og fram til 4. mars klokkan 15 ber nevniliga til hjá limunum í Starvsmannafelagnum at greiða atkvøðu talgilt.
Valið hesaferð stendur millum tvey valevnir, Niels á Reynatúgvu og Súna Selfoss, ið báðir eru nevndarlimir í felagnum.
Súni Selfoss hevur síðani 2008 verið næstformaður í felagnum, og hevur í tveimum tíðarskeiðum havt sess í nevndini. Fyrst frá 2000 til 2006, og síðani frá 2007 til í dag.
Niels á Reynatúgvu hevur sitið í nevndin í Starvsmannafelagnum síðani 2006.
Umframt nýggjan formann, so skulu limirnir eisini velja tveir nevndarlimir. Seks fólk hava boðað frá, at tey stilla upp til nevndarvalið. Tey eru:
- Gunnar Hjelm, starvast á Sjúkraflutningstænastuni á Landssjúkrahúsinum.
- Harald H. Haraldsen, starvast á Landssjúkrahúsinum.
- Alma Hansen, starvast á Tannlæknastovuni hjá Tórshavnar Kommunu.
- Karin Jacobsen, starvast hjá Tórshavnar kommunu.
- Jóngerð Simonsen, starvast á Akstovuni.
- Hilmar Augustinussen, starvast á Gjaldstovuni.

Formansvalið er byrjað





