Umboðsmannatingið í Washington fekk í kvøld nýggjan formann. Tað er republikanarin John Boehner, sum varð valdur ístaðin fyri demokratin Nancy Pelosi. John Boehner fekk 241 atkvøður, og Nancy Pelosi fekk 173.
Á miðvaldinum herfyri vunnu republikanararnir meiriluta í Umboðsmannatinginum, og fundurin í dag var tann fyrsti síðani valið.
Politiskir eygleiðarar siga, at broytingin í Umboðsmannatinginum fer at avmarka rásarúmið hjá Barack Obama, forseta. Danski USA-tíðindamaðurin Steffen Gram sigur við danska kringvarpið, at republikanararnir fara at brúka sína makt til at skerja tær almennu útreiðslurnar, og at teir fara at royna at broyta ella at steðga fleiri nýskipanum hjá forsetanum.