Formansskifti í NFÍ

Norðoya Frítíðar og Ítróttarráð hevði aðalfund mikukvøldið á Klaksvíkar Sjómansheimi. Sitandi formaðurin Jan Gardar ynskti ikki at stilla uppaftur, og fundurin samtykti einmælt, at Sigurd Mikladal verður nýggjur formaður

Klaksvík:
Góður helmingurin av teimum 28 feløgunum í NFÍ møttu til aðalfundin, sum varð hildin á Sjómansheiminum mikukvøldið.
Fyri afturvali stóðu Jan Gardar og Símun Michael Sørensen. Jan stillaði ikki uppafur, men Símun Michael varð afturvaldur sum kassameistari.
Nevndin í NFÍ er mannað av trimum persónum og sær í dag soleiðis út:
Sigurd Mikladal er formaður, Símun Michael Sørensen, kassameistari og Nikolas Olsen, skrivari.
Jan Gardar sigur, at orsøkin til, at hann valdi ikki at stilla uppaftur, er, at hann vil hava betur stundir til sína familju. Unnustan hjá Jan skal eiga stutt áðrenn norðoyastevnu.
? Serliga hendan tíðin frá nú av og til norðoyastevnu er strævin, so eg haldi ikki, at tað er so skilagott, at eg haldi fram, sigur Jan Gardar, og hann leggur eisini afturat, at hann hevur altíð nógv at gera upp til norðoyastevnu, so hann fer ikki at keða seg fyri tað, um hann ikki fer at arbeiða við fyrireikingunum til sjálva stevnuna.
Hann ásannar tó, at tað verður løgið ikki at vera við til fyrireikingarnar av norðoyastevnuni í ár. Jan hevur sitið í nevndini í NFÍ í átta ár, harav tey fýra sum formaður.

Nýtt ættarlið
Nýggi formaðurin í NFÍ er sum sagt Sigurd Mikladal. Hann er sonur Ísak Mikladal, sum var við til at stovna NFÍ seinnapartin av áttatiárunum, so her kann sigast at vera talan um eitt nýtt ættarlið, sum tekur við.
Sigurd er 26 ára gamal og arbeiðir á Com ? Data. Hann var vegna forfall ikki sjálvur tilstaðar á aðalfundinum, men hann hevur tikið við valinum.
Fyri framman liggja nú fyrireikingarnar av norðoyastevnuni, sum verður vikuskiftið 5. og 6. juni.
Á sjálvum aðalfundinum varð ikki so nógv tosað um stevnuna. Ein fyrireikandi fundur hevur verið, og tað fara at verða fleiri komandi tíðina.