Formansskifti í Føroya Lærarafelag

Nýggjur formaður komandi trý árini í Føroya Lærarafelag verður Jacob Eli S. Olsen, sum hevur verið næstformaður seinastu tvey árini. Hann avloysir Herálv Jacobsen.

 

340 av limunum í Føroya Lærarafelag hava í dag verið á fundi hjá Føroya Lærarafelag á Hotel Føroyum. Hetta er methøgt luttakaratal. Vanliga taka um 150-200 lærarar lut á aðalfundinum; men í ár vóru teir 340. Tað svarar til umleið helvtina av limunum, sum arbeiða í fólkaskúlanum.

Herálvur Jacobsen, ið hevur verið formaður seinast átta árini, stillaði ikki uppaftur. Jacob Eli S. Olsen, lærari í Eysturskúlanum í Havn, var tann einasti, ið stillaði upp, og av tí at einki mótvalevni var, varð hann valdur.

##med2##

Fyri vali stóðu Carl Eli Nolsøe Samuelsen, lærari í Eysturskúlanum, og Jona Højsted, lærari á Skúlatrøð í Klaksvík. Umframt tey stillaðu eisini Jákup av Skarði, fyrstilærari í Nólsoy, og Tórhallur við Gil, lærari í Skúlanum við Løkin, upp.

##med3##

Fyrstvaldur gjørdist Carl Eli Nolsøe Samuelsen við 146 atkvøðum, og síðan Jona Højsted við 137 atkvøðum. Av tí at Jacob Eli S. Olsen nú er formaður, er Tórhallur við Gil komin inn fyri hann sum fyrsti varalimur við 114 atkvøðum. Annar varalimur er Jákup av Skarði, sum fekk 91 atkvøður.

##med4##

Umframt í nevndini er Andrea á Rípuni. Nevndin skipar seg ein av fyrstu døgunum.

Gestarøðarar á fundinum vóru Páll Isholm, rektari á Studenta- og HF-skúlanum á Kambsdali, og Hanna Jensen, landsstýriskvinna við skúlamálum.

Í kvøld er veitsla.

##med5##

##med6##

##med7##