Formansskapurin liðugur við kæru

Formansskapurin í løgtinginum er liðugur at viðgera kæruna frá Kristinu Háfoss um Jørgen Niclasen.

Fyri nøkrum mánaðum síðani kærdi tjóðveldistingkvinnan, Kristina Háfoss, landsstýrismannin í fíggjarmálum, Jørgen Niclasen, fyri formansskapin í løgtinginum.

Hon vísti á, at landsstýrismaðurin í fleiri stórmálum hevði lagt mál fyri tingið, uttan at hoyringssvar fylgdu við – og í fleiri førum eisini, uttan at hoyringsfreistin úti.

Sum dømi nevndi hon pensjónsnýskipanina, har 70 partar skuldu gera viðmerkingar, umframt málini um forskatting av pensjónum, flatskatt og avtøkuna av Landsbankanum.

Nú er formansskapurin liðugur at viðgera kæruna, men enn er eftir at seta eitt skriv saman, ið skal sendast Kristinu Háfoss, sigur løgtingsformaðurin, Jógvan á Lakjuni.

Hoyr samrøðu við hann við at trýsta á pílin undir myndini.