- Talan má vera um eina misskiljing, tá Jógvan Arge í miðlunum í dag sigur, at formaður Javnaðarfloksins hevur brúkt landsfundin til at niðra Tjóðveldi, sigur Javnaðarflokkurin í tíðindaskrivi
Jóannes Eidesgaard hevur tvørturímóti fegnast um, at tann ógvuliga væl virkandi býráðssamgongan í Havn ímillum Javnaðarflokkin og Tjóðveldi fekk dygga álitisváttan á kommunuvalinum týsdagin. Somuleiðis fekk hendan býráðssamgongan standandi klappsalvur frá landsfundinum, tí limir Javnaðarfloksins meta Tjóðveldi og Javnaðarflokkin í felag hava framt nógvar góðar batar til frama fyri borgararnar í Tórshavnar Kommunu.
Somuleiðis má talan vera um eina misskiljing, tá Jógvan Arge sigur, at ?Floksformaður Javnaðarfloksins hevur á landsfundi í vikuskiftinum boðað frá, at flokkurin hevur ikki álit á Tjóðveldi og hvørki kann ella vil samstarva við flokkin.?
Tað, sum Jóannes Eidesgaard segði, var at hann harmaðist almikið um, at CHE samgongan slitnaði, men at tað var orsakað av, at álitið ímillum hann sjálvan og Høgna Hoydal var fokið. Jóannes Eidesgaard legði dent á, at samstarvið við hini ting- og landsstýrisfólkini hjá Tjóðveldi var gott.
Orðarætt fullu orðini hjá Jóannesi Eidesgaard soleiðis, beinleiðis endurgivið úr formansfrágreiðingini: ?Tað harmar meg enn almikið, at henda samgongan fór fyri bakka, tí eg meira enn nakar annar trúði, at hetta politiska samstarvið millum okkum og Tjóðveldi skuldi flyta okkum týdningarmikil stig rætta vegin. Hugsjónarliga er einki meira náttúrligt, enn júst at hesir báðir flokkar samstarva. Men til tess krevst álit serliga millum leiðararnar báðar. Hetta hevði eg í fullan mát, tá vit byrjaðu í februar, men varð hetta álit javnt og samt brotið niður. Eg skal undirstrika, at eg hevði eitt framúr gott samstarv við hini landsstýrisumboðini hjá Tjóðveldinum umframt tingmanningina.?
Harumframt er vert at leggja sær í geyma, at tað ikki eru somu persónar, ið varða av politiska samstarvinum í landspolitikki og í býráðspolitikki, og tí er tað undranarvert, at slitið ímillum Javnaðarflokkin og Tjóðveldi nú skal órógva tað annars so góða samstarvið ímillum hesar báðar flokkarnar í býráðssamgonguni í høvuðsstaðnum.
Somuleiðis fegnast vit um samstarvið ímillum Javnaðarflokkin og Tjóðveldi í Vágs Kommunu, sigur Javnaðarflokkurin í tíðindaskrivi.