Formaðurin legði kongin

Bylgjurnar ganga høgt í Klaksvík. KÍ-formaðurin vildi ikki kennast við uppsøgnina av venjaranum, og leygardagin tók hann avleiðingarnar og segði seg úr sessinum



Tað var ein bumba, sum brast, tá portalurin leygardagin kundi boðað frá, at KÍ-formaðurin, Gestur Hovgaard, hevði sagt seg úr sessinum.
Orsøkina til hetta segði Gestur Hovgaard vera av persónligum slag, men í aðrar mátar hevur verið tunnligt við viðmerkingum til málið. Við Norðlýsið segði Gestur Hovgaard tó, at tað eisini hevur havt týdning, at Ove Flindt Bjerg varð sagdur úr starvinum, tí hetta varð ein avgerð, sum hann á ongan hátt stuðlaði.

Venjarasetanin dróg út
Tað ljóðaði longu í farnu viku, at formaðurin var ávegis úthurðini. Eitt nú dróg dag eftir dag út við setanini av nýggja venjaranum. Eisini hóast navnið á hesum var teimum flestu greitt longu týsmorgunin.
Orsøkin seðgist vera, at formaðurin noktaði at gera sáttmála við nýggja venjaran. Ikki endiliga tí hesin ikki skuldi vera rætti maðurin, men meira tí Gestur Hovgaard ikki var partur av avgerðini um at seta Ove Flindt Bjerg frá sum venjara.
Uttan uppbakning frá restini av nevndini ? ella í øllum førum einum meiriluta av nevndini ? kundi formaðurin tó ikki gera tað stóra við hesa avgerðina, og hetta var ivaleyst tann so væl kendi dropin, sum fekk bikarið at flóta yvir.

Eykaaðalfundur er ein møguleiki
Spurningurin, sum flestu klaksvíkingar nú seta sær sjálvum er helst, hvussu felagið fer at verða myndað komandi tíðina.
Formaðurin hjá felagnum er valdur beinleiðis av aðalfundinum, og tí tykist upplagt, at kallað verður inn til eykaaðalfund, men heldur ikki hetta er í løtuni vist.
- Nevndin fer saman við Gesti at hava fund týsdagin, har vit fara at umrøða støðuna, sum nú er íkomin. Her verður millum annað tikin støða til, hvussu verður við formanssessinum, og tá er ein møguleiki sjálvandi at hava aðalfund, sigur John William Joensen, sum er samskiftisleiðari hjá KÍ.
- Hinvegin er bygnaðurin soleiðis, at nevndin eisini hevur heimild til at taka nýggj fólk inn, um limir fella frá, og um so er, so er ikki neyðugt við nýggjum nevndarvali.
Men er tað ikki ein óhaldbar støða, um nevndin sjálv velur nýggjan lim, sum skal sita fram til næsta regluliga aðalfund í januar ella februar?
- Tað er so millum annað tað, sum vit fara at tosa um týsdagin. Meira fái eg ikki sagt í løtuni, staðfestir John William.

Møguleiki fyri kreditor-loysn
Tað er tó einki at ivast í, at millum fremstu málini á fundinum týsdagin verður fíggjarliga støðan hjá KÍ og ein møgulig bjargingarætlan hesum viðvíkjandi.
Tað er eingin loyna, at KÍ hevur eina ovurhonds stóra skuld, sum tey í verandi løtu ongan møguleika hava at rinda. Tann loysnin, sum oftast hevur verið nevnd í hesum sambandi, er ein kommunal yvirtøka av KÍ-høllini, og hetta er avgjørt enn tann møguleikin, sum arbeitt verður við.
Í hesum arbeiði hevur tað tó fyrst og fremst verið Gestur Hovgaard, sum hevur verið frontfigurur, og tí kann tað skapa eina trupla støðu fyri felagið, um maðurin við samráðingarborðið nú er burtur.
Tí kann ein hugsandi støða væl gerast tann, at talan verður um eina kreditor-loysn á bæði trupulleikunum í felagnum. Ella sagt við øðrum orðum, at tað eru tey, sum hava pengarnar, sum seta treytirnar fyri framtíðina hjá felagnum.