Formaðurin kundi tryggjað sigurin

Í grein í blaðnum í dag við­ger Bjarni Djurholm, løg­tings­mað­ur, fólk­a­tings­val­ið. Hann vís­ir á sens­a­ti­ó­n­ina, sum mundi hent við tað, at Ann­ika Ol­sen var um repp­ið at verða vald í Fólk­a­ting­ið. Hann briksl­ar mið­lu­num ­og við­merkj­ar­um, sum hava skírt Fólka­flokk­in ikki at vera til reið­ar til Fólk­a­tings­val­ið og kem­ur til ta nið­ur­støðu, at Fólka­flokk­ur­in aft­ur gjørdi øll­um til skamm­ar.

Síðani vís­ir hann á sensa­ti­ón­ina í Fólk­a­flokk­i­num, Ann­iku Olsen.
Men úrslitið var altso so­leiðis, at Fólk­a­flokk­ur­in gjørd­ist fjórð­størst­ur ? ella fjórð­mins­t­ur. Trígg­ir flokk­ar eru størri og tríggir eru minni.
Men sensatiónin Annika Ol­sen er ikki farin aftur við borð­i­num í miðl­u­num – heldur ikki áðrenn valið. Gitt hev­ur ver­ið, at ann­að­hvørt hon ella Jac­ob Vest­er­gaard fóru at liggja í front, og nógv hev­ur ver­ið tos­að um for­mans­val­ið kom­andi hjá Fólk­a­flokkinum.
Og tað er ikki av ongum, at miðl­ar­nir hava slíkan áhuga fyri hes­um for­mans­vali. Tí tað eru nógv ár síðani, at so stór­ir spurn­ing­ar hava ver­ið settir við leiðslu floks­ins og við yms­ar av­gerð­ir, sum flokk­ur­in hev­ur tik­ið.
Um valúrslitini hjá Fólk­a­flokk­i­num verða nær­lis­in, so sæst eitt nú, at flokk­i­num tørv­aði 396 at­kvøð­ur at vinna seg fram um bæði Tjóð­veldi og Javn­að­ar­flokk­in. Hyggja vit so at per­són­liga úrs­lit­i­num hjá for­mann­i­num, so fór hann úr 959 per­són­lig­um at­kvøð­um í 2007 nið­ur á 343 at­kvøð­ur hes­a­ferð. Hetta er ein mun­ur upp á 616 at­kvøð­ur. Hevði Jørg­en Nicl­a­sen hild­ið fast um sín­ar at­kvøð­ur, so hevði flokk­ur­in ver­ið næst­størst­ur og hevði havt ann­að um­boð­ið á dana­tingi – sum kundi neu­tral­i­serað ta reyðu yv­ir­vág­ina, sum norð­ur­at­lant­isku um­boð­ini nú hava.
Tí hev­ur for­mans­val­ið í Fólk­a­flokk­i­num fram­veg­is stór­an á­huga.