Formaðurin hjá NSÍ: Vit blivu ikki samdir um framtíðina

Dánjal Hansen greiðir her frá hví NSÍ og Glenn Ståhl eru farin hvørsín veg

Tað kom púra óvart á, at NSÍ í gjár boðaði frá at Glenn Ståhl ikki longur er venjari í felagnum. Hann hevur góð tøl at vísa á, og gongdin hevur verið á eini leið seinastu dystirnar, tó at nakrir sigrar hava verið pliktsigrar.

At byrja við vildi leiðslan í NSÍ ikki gera nakrar viðmerkingar, men nú hevur Dánjal Hansen, formaður í NSÍ, sett orð á brádliga venjaraskiftið í felagnum. Tað er sum gitt fyrr á In.fo, ósemja hvussu felagið skal taka næsta stigið.

- Vit hava tosað saman um eitt framhaldandi samstarv, men eru bara ikki komnir til eina semju. Tí hava vt valt at steðga, heldur enn at halda fram og vera ósamdir, sigur Dánjal Hansen við In.fo.

Tað kom rættuliga óvart á, at NSÍ brádliga í gjárkvøldið boðaði frá, at Glenn Ståhl ikki er venjari í felagnum longur. Hann hevði ein tvey ára sáttmála.

- Vit ætlaðu nokk ikki, at tað skuldi verða so ógvusligt. Tá vit settu Glenn Ståhl var tað við tí fyri eyga, at hann skuldi verða venjari í tvey ár, men vit kundu ikki finna eitt felagsstev fyri framtíðina, sigur Dánjal Hansen.

Vit gevast ikki í ár

NSÍ liggur í løtuni á triðja plássi við 47 stigum fyri 21 dystir. KÍ hevur eitt stig færri fyri ein dyst færri á øðrum plássi. Við Jens Martin Knudsen og Poul Helgi Jacobsen sum fyribilsvenjarar er ætlanin at røkka Evropa aftur komandi ár. 

- Vit hyggja fyrst eftir seks teimum seinastu dystunum í landskappingini og síðani steypakappingini. Evropa er málið og vit eru tætt upp á annað plássið. Vit eru ikki givnir fyri í ár, sigur Dánjal Hansen.

Sum skilst, so er ein orsøk til slitið millum NSÍ og Glenn Ståhl er, at svenski venjarin ynskir ein fulltíðarvenjara afturat hópinum, og uppraðfesta onnur øki, so NSÍ kann verða kappingarført við HB og KÍ. Uttan at vilja gera viðmekringar til smálutirnar millum NSÍ og Glenn Ståhl, so vísur Dánjal Hansen á, at tað er ikki lætt at reka eitt fótbóltsfelag.

- Tað er rætt at vit komu víðari í Evropa í ár, men vit hava ikki trygt fyri, at vit koma í Evropa komandi kappingarár. Tað er eitt nú heldur ikki vist at, KÍ spælir í Evropa komandi kappingarár. NSÍ leggur ikki kongin. Felagið ætlar at koma víðari og blíva sterkari, men vit blivu bara ikki samdir við Glenn Ståhl um hvussu. Eg einki ilt at bera honum, sigur Dánjal Hansen at enda.

Tað verða Jens Martin Knudsen og Poul Helgi Jacobsen, sum verða fyribilsvenjarar. Komandi dystur verður móti AB.