Formaðurin hevði úr at gera

Mest órógvandi elementið í seinnu hálvfinaluni millum Stjørnuna og VB mundi verið áhaldandi regnið, sum eisini gav trupulleikar innandura.
KÍ-høllin hevur leingi havt eina umvæling fyri neyðini, og nú tykist trupulleikin nærum vera akuttur. Serliga var talan um trupulleikar fyrstu 20 minuttirnar, tá droparnir stútt og støðugt royndu at skapa tríggjar hylar á gólvinum.
Formaðurin í Stjørnuni var tó ikki ráðaleysur. Hann var tøkur, hvørja ferð dómararnir heittu á eina hjálpandi hond, og tað sá ikki sørt komiskt út, tá hann fleiri ferðir var inni á Stjørnu-hálvuni og turkaði, meðan álop gekk fyri seg í hinum endanum.