Formaðurin ger bart: Álitini skula verða inni í morgin

Páll á Reynatúgvu hevur givið løgtingsnevndunum freist til í morgin at verða liðug við álitini

Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður, hevur nú sett eina freist á, nær álitini frá teim ymsu nevndunum skal verða latið løgtingsumsitingini.

 

Tað eru fleiri álit, sum skulu inn, millum annað álitið frá vinnunevndini um fiskivinnunýskipanina.

 

Tað hevur verið sagt í fleiri dagar, at nevndararbeiðið var um at verða liðugt, men tíðin gekk, uttan at nakað álit var skrivað. Bæði í gjár og í dag sita tey á fundi og nú hava tey so fingið boð frá løgtingsformanninum, at álitið skal latast inn í morgin.

 

Bjarni Hammer, formaður í vinnunevndini, sigur, við Rás2 í dag, at um alt gongur sum tað skal, so verður nevndin liðug longu í dag.