Formaðurin fegnast

Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldisflokkinum, fegnast um, at Signar á Brúnni fekk uppreisn, men tað var neyðugt at seta nýggjan landsstýrismann, sigur hann

Formaðurin í flokkinum hjá Signari á Brúnni fegnast um, at fráfarni landsstýrismaðurin fekk uppreisn í kanningini hjá Petur Even Djurhuus.

Men kanningin fer ikki at hava við sær, at Signar á Brúnni fer aftur í Undirvísingar- og Mentamálastýrið at starvast um landsstýrismaður, hóast Høgni Hoydal lovaði Signari á Brúnni, at varð hann reinsaður, so fekk hann landsstýrissesin aftur.

? Vit hava tikið ein aðra politiska avgerð í flokkinum, sum varð neyðug at taka, sigur Høgni Hoydal.

Hann segði annars við Sosialin 14. apríl í ár, at um Signar á Brúnni varð reinsaður, so varð støðan nullstillað, og hann skuldi í landsstýrissessin aftur.

? Tað var ein politisk meting, sum varð gjørd tá. Síðani hava vit tikið eina aðra støðu í flokkinum, tí tað var neyðugt at seta ein nýggjan landsstýrismann. Undirvísingar- og Mentamálastýrið kundi ikki liva við einum hálvum landsstýrismanni, sigur Høgni Hoydal.


Signar góðtók

Signar á Brúnni hevur fleiri ferðir ført fram, at hann kennir seg sviknan av sínum egna flokki, tí nýggjur landsstýrismaður varð settur í hansara stað.

Men hetta skilir Høgni Hoydal ikki.

? Signar á Brúnni hevur altíð verið við til fundirnar, tá vit hava viðgjørt hetta málið, og hann góðtók eisini, at vit settu nýggjan landsstýrismann fyri hann, sigur Høgni Hoydal.

? Hetta málið snýr seg ikki um persónar, men um hvat er best fyri flokkin, og hvussu vit náa teimum málum, sum vit hava sett okkum fyri.

Høgni Hoydal heldur, at Signar á Brúnni hevur borið seg rætt at í hesum málinum.

? Tá løgtingsgrannskoðararnir komu við síni frágreiðing, var so stórur ivi sáddur um embætisførsluna hjá Signari á Brúnni, at tað kundu vit ikki liva við. Tí var tað rætt, at Signar fór frá, meðan málið varð kannað til botns.

? Kanningin dró tíverri út, og tí gjørdist tað neyðugt at seta ein nýggjan landsstýrismann.


Kanningin skal brúkast

Er tað nakað í hesum málið, sum tú ert keddur av?

? Tað er harmiligt, at Signar á Brúnni hevur verið ígjøgnum hetta við nógvari umtalu í bløðunum, men tað er fegnast um, at hann er vorðin reinsaður, og hann er styrktur politiskt.

Hvat heldur tú nú skal henda í málinum?

? Tjóðveldisflokkurin fer at viðgera málið aftur, og vit fara at nærlesa kanningina. Hon eigur at kunna brúkast til at staðfesta tær lógir og reglar, sum vit arbeiða undir.