Formaðurin í búskaparráðnum: Nei til hetta slagi av oljuvinnu

?Eg ivist í um suðuroyingar hava mist nakað, hóast oljuhavnin ikki verður á Drelnesi. Eg haldi yvirhøvur, at vit skulu halda okkum langt burtur frá hesum slagi av oljuvinnu, sum tað nú er lagt upp til, sigur Hermann Oskarsson, formaður í Búskaparráðnum

 

Oljuvinna


? Eg veit ikki, um suðuroyingar hava mist so nógv. Eg veit heldur ikki, um norðingar hava fingið so nógv. Hermann Oskarsson, formaður í Búskaparráðnum, ivast stórliga í, um føroyingar hava sett røttu kósina, nú vit av álvara eru á veg upp í oljuvinnuna.

Hann heldur, at eftir leistinum, sum nú er skorðin, koma føroyingar ikki at fáa varandi gagn av oljuvinnuni.

Tvørturímóti heldur hann, at soleiðis, sum vit hava stungið út í kortið, er tað ov stórur vansi fyri, at vit í stóran mun ikki verða annað enn arbeiðsfólk á lægsta stigi í oljuvinnuni og at vit heldur ikki koma longur.

? Tað, vit áttu at gjørt, var at borið so í bandi, at vit fingu so stóra vinnuliga og tekniska serfrøði av alskyns slagi, burturúr oljuvinnuni, sum gjørligt, so at vit sótu eftir við eini serfrøði og eini vitan - eisini eftir at oljan er uppi.

? Men soleiðis, sum tað nú sær út, koma vit í allar størsta mun at vera tey, sum ikki koma longur enn bara at gera tað handaliga arbeiði, sum alt samalt heldur uppat í somu løtu, oljan er uppi, ímeðan tað verða útlendingar, sum sita eftir við vitanini og serfrøðini.


Alt um útlendskan bryggjukant

Vit hava spurt búskaparførðingin um, hvat hann heldur um tað, at tann føroyska oljuhavnin verður løgd í miðstaðarøkinum, har tað er ivaleyst av virksemi rammanundan. Og nú oljuvinnan kemur afturat, eru tað summi, sum frykta fyri, at tað fer at føra til, at búskapurin í miðstaðarøkinum verður alt ov heitur og at prísirnir fara upp í loft, t.d. húsum og á lønum.

Hetta hevur Hermann Oskarsson ikki so góðan hug at svara uppá, tí hann hevur ikki hugsað so nógv um, hvørja ávirkan oljuvinnan fer at fáa á ávís øki í landinum. Hann hevur mest gjørt sær tankar um, hvørja ávirkan oljuvinnan fer á landi sum heild, uttan tó á nakran hátt at hava granskað málið til botns.

Og í fyrstu atløgu heldur hann, at tað var eitt mistak av føroyskum politikarum, at teir kravdu, at alt, sum skal flytast í sambandi við oljuvinnuna, skal um føroyskan bryggjukant.

Hann er tvørtur ímóti líka við at halda, at Løgtingið heldur skuldi lóggivið um, at onki skuldi um føroyskan bryggjukant.

? Í øllum førum eiga vit at fáa sum minst um føroyskan bryggjukant.

Hann sigur, at vit hava eitt vinnulív í Føroyum, ið á summum økjum longu nú hevur trupulleikar við at fáa fólk.

?Og tað verður ikki serliga samfelagsgagnligt at fáa eina vinnu afturat, sum leggur hald á nógv fólk.

?Tað, at vørur og tænastur skulu um føroyskan bryggjukant, kastar bara handaligt arbeiði av sær. Tað einasta, vit fáa burturúr tí, eru tær lægstu lønirnar, tær lægstu útbúgvingarnar og tað minstu vitanina.

Hermann Oskarsson sigur, at tað er halda vit, at vit fáa nakað burturúr oljuvinnuni uppá hendan mátan, mistaka vit okkum stórliga.

? Skal hetta vera okkara luttøka í oljuvinnuni, førir tað onki nýtt við sær til samfelagið. Tað bara leggur hald á arbeiðsmegi og tað haldi eg er ørskapur.

Hann heldur, at ístaðin fyri at brúka alt fólkið til tað handaliga arbeiði, er tað líka við, at vit heldur áttu at latið útgerðarhavnina verið uttanlands, so at onnur kundu gjørt tað handaliga arbeiði, sum skal til.

? Hinvegin eiga vit leggja dentin á at brúka tað fólki, vit hava, til at taka lut í oljuvinnuni á hægri støði á tí tekniska og handilsliga økinum.

?Hetta hevði hækkað vitanarstøðið í samfelagnum munandi og givið okkum eina serfrøði, sum vit fáa varandi nyttu av. At gera handaligt arbeiði, læra vit onki av. Og hetta slagi av arbeiðið heldur uppat í somu løtu, sum oljuvinnan heldur uppat. Tað einasta, vit fáa burturúr, er, at tá fara vit eisini at sita eftir við stórum kapasiteti á nógvum ymsum økjum, sum vit ikki fáa brúkt til nakað sum helst. Men vitan hava vit onga, tí at gera handaligt areiði fyri oljuvinnuna, fer ikki at gera okkum betri før fyri at byggja samfelagið út.


Suðuroyingar onki mist

Tí heldur Hermann Oskarsson ikki, at suðuroyingar hava mist nakað, fyri tað um teir ikki fingu útgerðarhavnina .

?Tað er rætt, at suðuroyingar hava mist nøkur arbeiðspláss til fólk, sum kunnu gera handaligt arbeiði. Men er tað hetta, sum er framtíðin fyri suðuroyingar. Eg haldi heldur, at tann, sum leggur dentin á at fáa fólk í oljuvinnuna á hægri støði, fær nakað varandi burturúr. Og í hesum sambandi ger tað ikki mun, hvar í landinum, ein býr.

?Tískil kann tað tað eisini væl vísa seg, at tað verður ein stórur vansi fyri miðstaarøkið, um oljuvinnan kemur afturat. Á summum økjum knípur at fáa fólk til tað sum er og tað er ørskapur at leggja hald á nógv fólk afturat í oljuvinnuni- fólk, sum annars kundi verðið brúkt til at smíða, fiska o.s.fr.

Hermann Oskarsson sigur, t.d. at oljufólk hava fortalt honum, at allir elektrikarar í landinum eru ikki nóg mikið til at veita oljuvinnuni tænastur. Og bara ein boripallur brúkar meiri streym, enn allar Føroyar gera tilsamans.