Formaður lærarafelagsins tykist vera amboð samgongunnar

Tað eru ikki tunlar sum hava skuldina av, at føroyski fólkaskúlin ikki virkar nóg væl. Hetta er ov bíligt og pínligt

Havi lisið oddagreinina í næstseinasta skúlablaði, har formaður Føroya Lærarafelags beinleiðis leggur samferðsluútbyggingarnar í Føroyum undir at gera, at undirvísingarstøðið í fólkaskúlanum ikki hækkar, og tann “lærdi” fer av landinum.

 

Fari at minna á, at “bert” 6% av løgtingsfíggjarlógini fara til íløgur. Av hesum fer helmingurin til sokallað “bleyt virði”, hvat tað so er fyri nakað, meðan restin - einans 3 prosent - fara til samferðsluútbyggingar. Sokallaður beytu virðini hava vanliga risarakstur við sær, meðan hin parturin hevur lítlan og ongan rakstur. Umframt hesar íløgur leggja kommunur eyðsýndar íløgur í fólkaskúlan.

 

Væl veit eg, at sami peningur ikki kann nýtast á tvinnm økjum, eins og fólkið ikki kann virka á tveimum støðum samstundis.

 

Samferðsluútbyggingar trý prosent

Formaður lærarafelagsins heldur, at politikarin er komin stutt, er visjónsleysur og tí ikki tykist koma úr stað, tí hann nýtir heili 3 prosent til samferðsluútbyggingar.

Tað vil siga, at útbúgvingarverkið ikki er nøgt, uttan tað eisini fær hesi trý prosentini. Eg freistist at spyrja, um hesin rennur ørindi fyri ferðslumálaráðharran, sum jú er Tjóðveldisfólk, um Skúlablaðið nú eisini er vorðið politiskt málgagn?

 

Hvat hugsar hann? Er føroyska lærarastættin vorðin ein samfeldur grenjandi visjónsleysur flokkur, sum bara situr og bíðar inntil hesi trý prosentini til íløgur - samfeðslan – eisini verður skrykt undan føroyska fólkinum. Her er tørvur á arbeiði!

 

Spurningurin kann eisini setast, hvar hesin maður býr, og hvønn tørv hann hevur á seamferðsluútbyggingini. Er talan um reina egoismu? Sjálvur hevur hann møguliga ikki so nógv brúk fyri samferðsluni, meðan bæði vinnan, mentanin, handilslívið og størsti parturin av føroyska fólkinum hevur brúk fyri dyggum samferðslumøguleika, eisini lærarar sum búgva uttan fyri høvuðsstaðin. Bráneyðugt er at útbyggja okkara lítla land, so í øllum førum stóru økini fáa fast samband. Vit eru ov seinir á veg!

 

70% til “bleytu virðini”

Av allari fíggjarlógini fara ikki færri enn 70% av rakstrinum til almanna- og heilsumál og útbúgving og gransking, og ónøgdin økist lutfalsliga við meirjáttanini.

 

Eitt er hvat formaðurin sigur. Hvat sigur restin av lærarastættini, her meini eg eisini teir, sum búgva úti um landið? Er so lítil stirðil eftir í okkara útbúna fólki, sum skal leiða ungdómin?

 

Nei, tað er pínligt og ov bíligt av lærarastættini at leggja skuldina av einum útbúgvingarverki sum ikki virkar, yvir á samferðsluútbyggingarnar sum bert kostað árliga 3% av fíggjarlógini og hava lítlan og onga rakstrartyngd við sær.

 

Takið tykkum um reiggj! Kundi tykst, sum formaður Føroya lærarafelags er amboð samgongunnar.