TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna, sum varð gjørd við føroyska landsliðsspælaran, Hall Hansson, sum spælir við Vendsyssel FF í næstbestu donsku fótbóltsdeildini.
Hallur Hansson fegnast um, at hann og liðfelagarnir, aftaná fleiri javnleikir og nøkur tap loksins megnaðu at vinna. Hallur og liðfelagarnir í Vendsyssel FF vunnu 3-0 á Brønshøj á útivølli, og skeyt Hallur tað fyrsta málið. Tað var eisini ein persónligur forloysingur hjá Halli at kunna skora eitt mál fyri Vendsyssel.
Hallur ásannar, at langt er upp til AGF og Viborg, sum liggja tungt á uppflytingarplássunum, men hann vónar, at teir í Vendsyssel, ið hvussu er kunnu gerast minst nummar trý við kappingarlok.