Mánadagin 10. juni fær Altjóða Skrivstovan vitjan av einum av dekanunum, Gethin Roberts, við The University of Nottingham í Ningbo í Kina.
Gethin Roberts luttók í september í fjør á Markleys Útbúgving í Norðurlandahúsinum, og síðani hava fleiri víst áhuga í at lesa á enska/kinesiska unversitetinum í Nigbo.
Á universitetinum í Nigbo ber til at fáa eina enska útbúgving í kinesiskum høpi innan nógv fak sum til dømis Altjóða samskifti, Telduverkfrøði, International studies við meira.
Altjóða Skrivstovan sigur, at studentar, ið eru áhugaðir í hesum serligu útbúgvingartilboðum í Kina, eru vælkomnir til vegleiðing um útbúgvingarnar, umsóknar- og upptøkuviðurskifti, meðan dekanurin er í Føroyum.
Til ber at hitta hann í hølunum hjá Altjóða Skrivstovuni mánadagin millum kl. 15.00 og 17.00.










