Forkunnug framførsla í kvøld

Totalteatur kalla tey tað, nú Det Ferösche Compagnie í kvøld sínir fram triðju verkætlan sína. Talan verður um sjónleik, tónleik, dans og ymiskt annað – alt í einum norðurlendskur samstarvi, har tríggir av leikarunum eru føroyskir, Kjartan Hansen, Kristina Sørensen og Hans Tórgarð, meðan Trond Nedberg, ljóðdesignari og Ida Løken, sum tvær ferðir áður hevur vitjað í Føroyum við leikbólkinum Subfrau, koma úr Noreg. Leikstjórin Öllegård Groundstroem og tónleikari Magnus Lunell koma úr Svøriki.

 

Tað sermerkta við uppsetingini er, at leikararnir ikki hava havt meiri enn tvær vikur at skapa framførsluna, sum bara verður víst í kvøld. Leikarnir hava vant einsamallir í eina viku, og síðani er leikstjórin komin upp í ta seinnu vikuna. Leikurin er eisini serligur á tann hátt, at tosað verður á trimum ymsum málum.

Fyrireikararnir siga, at ætlanin er, at finna eitt felags úttrykk, sum kann leggja lunnar undir eina størri verkætlan, sum skal spælast um øll norðurlond

 

Det Ferösche Compagnie hevur nýtt kenda leikritið Woyzeck eftir Büchner frá 1877 sum karm um evni "Menniskjavirðið í norðurlendskum høpi". Hetta verður viðgjørt og víst av trimum sjónleikarum, tveimum tónleikarum, einum dansara og einum leikstjóra, sum í felag leita eftir einum sjónleikaramáli, ið kann nýtast tvørtur um landamørk.

 

Woyzeck ? Marie verður leikurin róptur og verður hann framførdur á Tjóðpallinum í Havn klokkan 19.30 í kvøld. Men sambært fólkunum handan leikin, so er tað ikki óhugsandi, at ein eykasýning verður klokkan 21.00, um nóg stórur áhugi er.