Forkastilig framferð ímóti foreldrum við pinkubørnum

- Politikarar krógva seg aftanfyri skjúrtuvelið á løgfrøðingum ímeðan teir taka fleiri milliónir frá foreldrum við smábørnum og tað er forkastiligt, heldur Sonja Jógvansdóttir, samskipari hjá fakfeløgum

- Hetta er bæði alvorligt og forkastiligt.

Sonja Jógvansdóttir, samskipari í Samtak er illa við av tíðindunum í Sosialinum fríggjadagin um, at Landskassin í fjør hevur nápað 8,6 milliónir, sum foreldur at pinkubørnum annars skuldi fáa.

Tað er barsilsskipanin, vit tosað um og Samtak er eitt samskipan ímillum Føroya Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðsmannafelag og Føroya Fiskimannafelag.

- Hetta líkist púrasta ongum. Peningurin er beinleiðis markaður til barsilsskipania og tískil eigur hann eisini at koma skipanini til góðar og ikki at vera brúktur til alt møguligt annað, sigur Sonja Jógvansdóttir.

Hon sigur, at bara avlopið í fjør kundi gjørt tað, at barnsburðarfarloyvið kundi verið longt eini 10% til stórt gagn fyri barnafamiljurnar.

Ella tað kundi verið goymt í skipanini at hava til taks í verri tíðum.

Hon sigur, at hetta er eitt mál, sum partarnir á arbeiðsmarknaðinum taka í allarstørsta álvara og

tí ivast hon ikki í, at hetta er eitt mál, sum arbeiðsgevarar og fakfeløg fara at taka upp eftir summarfrítíðina.

- Tað, sum nú fer fram vísir bara, hvussu átrokandi tað er, at barsilsskipanin verður umskipað og gjørd til ein grunn, akkurát sum ALS.

Tað merkir, at partarnir á arbeiðsmarknaðinum sjálvir umsita grunnin og at peningur, sum verður goldin í hann, altíð verður brúktur til endamálið og ikki til alt møguligt annað.

- Partarnir á arbeiðsmarknaðinum betala sjálvir inn í barsilsskipanina og tí skulu teir eisini at umsita skipanina og hava ræðið á pengunum.


Harmiligt

Sonja Jógvansdóttir harmast um, at politikararnir ikki vilja ganga arbeiðsmarknaðinum á møti, serliga tá ið bæði arbeiðsgevarar og fakfeløg, eru samd.

Men hon veit, at hetta botnar í gamla tvídráttinum um, antin inngjaldið til ALS er ein skattur ella ikki.

Summir politikarar siga, at ALS er ein ólóglig skipan, tí eftir lógini er tað bara Løgtingið, sum kann krevja inn skatt. Hesir somu politikarar tvíhalda um, at inngjaldið til ALS er skattur og tí er tað ólógligt, at partarnir á arbeiðsmarknaðinum krevja pening inn til skipanina.

Ístaðin siga teir, at ALS átti at verðið løgd undir landið.

Av tí sama vilja teir ikki gera barsilsskipanina til ein sama slag grunn sum ALS.

Her kann viðmerkjast, at eisini hjá løgfrøðingum er ógvuliga stór ósemja um ALS er ein skattur ella eitt arbeiðsmarknaðargjald.


Forkastiligt

Sonja Jógvansdóttir sigur hetta er einki undan ein undanførsla hjá politikarum fyri at sleppa undan at lata valdið yvir barsilsskipanina frá sær.

- Vit síggja oftari og oftari, at politikarar krógva seg aftanfyri skúrtuvelið á løgfrøðingum fyri at sleppa undan at taka keðiligar avgerðir.

- Hetta er nakað, teir fjala seg aftanfyri, tí teir tora ikki at taka politiskar avgerðir.

- Tað, sum nú fer fram er forkastilig framferð ímóti foreldrum við pinkubørnum, tí veruleikin er, at landið í fjør nápaði 8,6 milliónir frá hesum foreldrum, sum annars kundi verið brúktar at longt barnsburðarfarloyvið við. Tað kundi eisini verðið goymt í skipanini til verri tíðir.

Men sjálvandi skal peningurin brúkast til tað, hann er ætlaður til og tí ivast vit ikki í, at tingið í Heyst fer at samtykkja, at Barsilsskipanin verður gjørd til ein grunn, akkurát sum ALS, tí teir kunnu rætt og slætt ikki loyva sær at, at peningurin verður nápaður til onnur endamál.

Gera teir ikki tað, mugu partarnir á arbeiðsmarknaðinum ein einaferð afturat eftir teimum heyst, sigur Sonja Jógvansdóttir.

- Tað einasta, sum skal til, er, at Løgtingið tekur eina støðu til, hvat er skattur og ikki og fløktari enn tað, er hetta ikki.

- Hetta er eitt sjálvsagt høvi til at ført tann familjuvinarliga politikkin, sum flestu flokkar á Løgtingið siga seg taka undir við og tað, sum fer fram nú, fara vit ikki at góðtaka, leggur hon afturat.


Landskassin tók 8,6 milliónir frá foreldrum:

Hvørja ferð, vit fáa løn, stendur svart á hvítum á lønarseðlinum, hvussu stórur partur av lønini verður goldin í barsilsskipanina. Somuleiðis betala arbeiðsgevarar sín part inn í skipanina.

Í fjørð vórðu kravdar 80,4 milliónir inn til barsilsskipanina, men foreldur, sum vóru í barnsburðarfarloyvi, fingu bara 71,8.

Sostatt hevði barsilsskipanin eitt avlop í fjør upp á 8,6 milliónir.

Men av tí, at Barsilsskipanin er ein stovnur undir landsstýrinum, fer hesin peningur beint aftur í landskassan, sum vanligur skattur og kann brúkast til øll møgulig onnur endamál.

Hevði Barsilsskipanin verið ein grunnur, akkurát sum ALS, hevði peningurin verðið standandi í skipanini, so at hann kundi verið brúktur til at bøtt um hana, so hvørt, sum skipanin styrknaði fíggjarliga.

Bæði arbeiðsgevarar og fakfeløg eru samd um, at barsilsskipanin skal skipast um ein grunnur, so at peningur, sum partarnir á sjálvir skulu umsita og so at peningur, sum verður goldin í skipanina, veruliga kemur foreldrum til góðar og so at møguligt avlop ikki verður brúktur til alt møguligt annað.

Men higartil hevur tað verið sum at sletta vatn á gás.....



Í Sosialinum í morgin: Eg eri trongdur upp í ein krók


- Eg eri púra samdur við arbeiðsgevarar og fakfeløg um barsilsskipanina og eg vildi fegin gingið teimum á møti. Men eg eri bundin á hond og fót, sigur Bjarni Djurholm í Sosialinum í morgin.

Í næstum fer hann at tosa við partarnar við arbeiðsgevarar og fakfeløg um framtíðina hjá barsilsskipanini. Tað er ein mánaði síðani at landsstýrismaðurin í vinnumálum fekk tilsøgn frá Landsstýrinum at fara undir arbeiðið at endurskoða barsilsskipanina saman við pørtunum á arbeiðsmarknaðinum. Arbeiðssetningurin er liðugur fyrsta dagin og fer Vinnumálaráðið at venda sær til partarnar á arbeiðsmarknaðinum