Forelskilsi er ongantíð skeivt

- Eg eri ikki kedd um, at eg varð forelskað í einum øðrum Big Brother luttakara, og og gjørdi tað, sum allar aðrar ungar kvinnur gera tá tær eru forelskaðar, sigur Sissal Olafsdóttir, sum var við í Big Brother fyri 11 árum síðani.

 

- Eg eri ikki kedd um, at eg varð forelskað í einum øðrum Big Brother luttakara, og og gjørdi tað, sum allar aðrar ungar kvinnur gera tá tær eru forelskaðar, sigur Sissal Olafsdóttir, sum var við í Big Brother fyri 11 árum síðani.

 

31 ára gamla Sissal Olafsdóttir býr í dag í Gentofte saman við 10 ára gamla soninum. Hon lesur til sosialráðgeva, og fyrireikar seg til kommunuvalið, sum verður um tvey ár, tí tá ætlar hon sær at stilla upp.

 

Hon er ikki tann sama gentan, sum var at síggja á skíggjanum fyri 11 árum síðani í realitysendingini Big Brother.

 

Tey flestu munnu minnast tá hon hitti ein mann í sendingini, hevði kynsliga samveru fyri opnum skíggja, og síðani føddi son sín 9 mánaðar seinni.

 

Men hóast Sissal er nógv broytt, og í dag heldur, at ein skal vera ansin tá ein meldar seg til reality sendingar, so er hon ikki kedd um, at hennara forelskilsi varð fullført framman fyri fleiri hundrað túsund hyggjarum.

 

- Keðiligt er tað ikki í dag. Men eg hugsaði tey fyrstu árini aftaná, at tað var pínligt, tí mín familja og vinirnir skuldi síggja tað, og hoyra um tað sum slatur og so framvegis. Men eg hvíli í mær sjálvari nú eins og tá, sigur Sissal.

 

Hon vísir á, at tað hoyrir ungdóminum til at taka heldur óumhugsaðar avgerðir, og ikki altíð síggja avleiðingarnar av teirra gerðum. Men soleiðis skal tað eisini vera.

 

- Tað er púra menniskjaligt at vera saman við einum tú ert forelskað í. Forelskilsi er ongantíð nakað ringt, vísir Sissal á.


Les meira um realitysjónvarp og Sissal Olafsdóttir í VikuskiftisSosialinum.