-Foreldur eiga at læra børn síni, at X-Factor dómararnir hava óhóskandi atburð, sigur Anna D. Hentze, sálarfrøðingur. X-Factor dómara hava skeivan atburð mótvegis teimum, sum ikki hóska so væl til kappingina.
Tað heldur Anna Debes Hentze, sálarfrøðingur og tiltakslimur í Miðlaráðnum.
-Foreldrini eiga at viðmerkja atburðin hjá dómarunum, og siga við børn síni, at tað er skeivt at bera seg soleiðis at mótvegis javnaldrum, sigur Anna D. Hentze.
Ein møguleiki er sjálvsagt eisini, at nokta teimum ungu at hyggja eftir X-Factor, men hetta heldur Anna D. Hentze ikki verða ein góð loysn.
-Vit vita, at forboð ikki riggar, tí tey ungu sleppa framat miðlunum kortini, og tí skal man heldur viðmerkja atburðin, og royna at læra tey, at tað er skeivt, sigur Anna D. Hentze.