Elna Nón eigur ein 5 ára gamlan drong, sum hevur verið við í hesi genkanningini hjá týska læknanum Ulrike. Okkurt er galið við stofskiftinum, og tí er hann sera rørslutarnaður.
Ulrike Steuerwald hevur arbeitt nógv við dronginum, og Elna Nón sigur, at hon er einasti læknin, sum hevur vitað, hvat er galið við barninum. Onnur børn við somu sjúku hava fingið aðrar diagnosur, men Ulrike hevur síðani rættað hesar diagnosurnar.
? Tískil hevur hon kunna tosað við okkum um teir veruligu trupuleikarnar. Vit og hon kunnu útfrá tí hjálpa børnunum betri og skilja tey betri. Vit hava ígjøgnum hana fingið kostískoytir, sum vit ikki kundu fingið her annars og sum eisini hjálpa, sigur Elna Nón.
Elna Nón sigur seg ikki skilja, at nakar kann melda Ulrike til fútan, tí hon er kend fyri at vera sera arbeiðssom og at hava eitt stórt hjarta fyri sínum sjúklingum.
? Mangan hava vit følt, at hon hevur verið okkara bønarsvar, sigur Elna.
Elna sigur, at vit mugu góðtaka, at tøknin er komin so langt, sum hon er, og at tey sum foreldur vilja gera alt fyri at hjálpa sínum børnum.
? Tað er meira óetiskt ikki at gera kanningina og lata standa til enn at gera kanningina og møguliga fáa hjálp til børnini, sigur Elna.
? Um vit finna vit sjúka genið, so kann tað vera, at viðgerð er at fáa. Tí má sjúka genið finnast, slær Elna Nón fast.
Elna sigur, at tey, sum eru berarar av hesum sjúka geninum og ætla sær at fáa børn, nú hava møguleikan at sleppa undan hesi sjúkuni.
? Tøknin er nú komin so langt, at vit kunnu gera nakað. Við at finna sjúka genið, hava vit ein møguleika at hjálpa okkara børnum, sigur Elna Nón at enda.