Foreldur: - Børn mugu gjarna tatoverast

Donsk foreldur venda sær oftari og oftari til danskar tatovørar fyri at fáa børn síni tatoverað. Hetta hendir hóast ein skal vera 18 ár fyri at kunna tatovera ungdóm, skrivar Dagbladet Roskilde.

- Tað er í roynd og veru ein so stórt trupulleiki, at vit tosaðu um tað á seinasta fundi okkara, sigur Johhny Hansen, sum hevur verið formaður í ?Dansk Tatovørlaug? seinastu átta árini.

Hann fær hvørja viku áheitan frá 5 til 10 foreldrum um tatovering. Foreldrini halda, at loyvi er at gera hetta arbeiðið, um tey geva loyvi til tess. Men so er ikki.