Hóast tey ikki eru skuldsett, hava Gerry og Kate McCann fingið sær sakførarar at verja seg Millum sakførararnar, sum skulu verja McCann-hjúnini, verða tey skuldsett fyri at hava beint fyri Madeleine, er tann kendi og umstríddi sakførarin Michael Caplan.
Hann gjørdist kendur, tá hann var verji hjá fyrrverandi kilska einaræðisharranum Augusto Pinochet, tá Spania royndi at fáa hann útflýggjaðan úr Bretlandi í 1999. Tað málið vann Michael Caplan.
Portugisiskir og bretskir fjølmiðlar vildu í gjár vera við, at løgreglan hevði funnið blóðblettir í bilinum, sum foreldrini hjá Madeleine høvdu leigað í Portugal, og at DNA-royndir høvdu víst, at talan var um blóð frá Madeleine. Tað er kortini ikki vist, at líkið av Madeleine hevur verið í bilinum, tí blóðblettirnir kunnu eisini stava frá klæðum, sum hon átti, sigur Sky News frá løgreglukeldum.
Portugisiski løgregluovastin segði í gjárekvøldið, at sum er fer løgreglan ikki at handtaka McCann-hjúnini.