Foreldrini, sum rændu sítt egna barn av sjúkrahúsinum í Esbjerg í síðsta mánað og fóru til Kekkia við tí, sita framvegis í varðhaldi í kekkiska býnum Brno. Harafturímóti er smádrongurin, sum eitur Thor, komin aftur til Danmarkar.
Ein talsmaður fyri donsku løgregluna sigur við blaðið JydskeVestkysten, at væntandi koma foreldrini til Danmarkar seinni í hesari vikuni.
Løgreglan hevur avgjørt, at um foreldrini koma frígjadagin, skulu tey til grundlógaravhoyring leygardagin. Sonin fáa tey ikki, tí longu undan burturflytingini høvdu myndugleikarnir gjørt av at taka hann frá teimum, tí bæði eru rúsevnamisnýtarar.










