Í gjár kærdu foreldrini at teim 22 næmingunum, sum ikki sleppa í 1. flokk í Venjingarskúlan eftir summarsteðgin avgerðina hjá Tórshavnar býráð til landsstýrið. Gjáramorgunin varð kæran handað landsstýrismanninum og foreldrabólkurin heitti á hann um at viðgera málið skjótt, tí tað hevur stóran skund.
Foreldrini hava við hjálp frá Eyðfinni Jacobsen, sakførara, roynt at sannført skúlamyndugleikarnar í Havn um, at avgerðin um at sýta teim 22 smábørnunum upptøku í Venjingarskúlan er skeiv. Men avgerðin stendur við, hóast skúlaráðið hevur sagt seg skilja støðuna hjá foreldrunum og børnunum væl.
? Vit ivast ikki í, at landsstýrismaðurin, tá ið hann hevur kunnað seg við málið, fer at geva okkum viðhald, verður sagt í kæruni. Avgerðin er ikki bara órímilig, men eisini umsitingarliga skeivt handfarin og ólóglig.
? Skuldi tað hent, at vit ikki fáa viðhald, fara vit at stevna. Vit ætla ikki at innskriva børnini í Kommunuskúlan, men at fara við teimum í Venjingarskúlan fyrsta skúladag. Verða tey avvíst, fara vit sjálv at standa fyri undirvísingini, siga foreldrini í kæruni.
Offrað
Síðani Tórshavnar býráð tók endaliga avgerð í málinum um tey 22 børnini, ið ikki fáa innivist í Venjingarskúlanum komandi skúlaár, hava foreldrini arbeitt saman við sakførara fyri at loysa málið til frama fyri børnini. Men hóast skúlaráðið hevur sagt seg skilja støðuna og kravið hjá foreldrunum væl, er foreldrabólkurin ógvuliga ónøgdur við viðferðina.
? Vit eru rætt og slætt vónbrotin av skúlaráðnum, sum eigur at arbeiða til frama fyri børnini. Tey hava havt fund fleiri ferðir um málið, men tað hava ongantíð verið teir somu limirnir í ráðnum á fundi í senn. Tey hava verið illa mannað og alt tykist so tilvildarligt frá teirra síðu. Skúlaráðið hevur stóran myndugleika og tí eru vit ógvuliga vónsvikin av teimum, sigur Gunnvá Sandoy, foreldraumboð.
Tað er prinsippið í málið, tað í botn og grund snýr seg um, nevniliga at børnini norðanfyri Landavegin í Havn hoyra til Venjingarskúlan. Foreldrini hava einki ímóti Kommunuskúlanum, halda hann vera ein góðan skúla, men børnini hoyra ikki til skúlan. Foreldrabólkurin hevur víst á, at avgerðin um felags skúlaumdømi hevur ikki gildi, tí mannagongdin hevur ikki verið røtt, og at avgerðin er innihaldsliga tóm, tí einki verður sagt um, hvussu upptøkan so skal fara fram. Tey hava somuleiðis víst á, at borgararnir hava ikki bara verið hildnir uttanfyri avgerðina um eitt skúladømi, men at tað eisini hevur verið dult fyri teimum, at trupulleikar fóru at vera í Vesturbýnum, og at eitt øki so fór at verða við sviðusoð. Hølistrupulleikarnir í vesturbýnum eru ikki størri enn so, at teir kunnu loysast, siga foreldrini, og langi og trupli skúlavegurin stríðir ímóti fólkaskúlalógini. Tað sama ger avgerðin um ikki at loyva systkjum í sama skúla, ? tað er ógvuliga óheppið og ópraktiskt bæði hjá børnunum og foreldrunum.
? Vit føla, at børnini verða offrað fyri kvøldskúlan, og tað er ófatiligt, at smábørn verða offrað á slíkan hátt. Býráðið og skúlamyndugleikarnir vita, at talan er ikki um varandi hølistrupulleikar, tí um nøkur fá ár fer talið á skúlabørnum at lækka.
? Vit meta, at krøvini hjá Venjingarskúlanum til býráðið eru órealistisk. Brúniskúlin er ein loysn, men eftir sum kvøldskúli er í teimum hølunum, sleppa okkara børn ikki framat.
? Í fólkaskúlalógini eru fleiri ásetingar, ið skulu verja børnini ímóti, at tey verða kustað runt sum best ber til. Vit kæra út frá lógini og sakførarin hjá okkum sigur, at vit standa sterk. Vit eru sannførd um, at børnini eiga ikki og skulu ikki í Kommunuskúlan, tí standa vit saman í kravinum og vit víkja ikki. Tí eitt stendur fast, at 1. skúladag í nýggja skúlaárinum fara okkara børn í Venjingarskúlan, sigur Gunnvá Sandoy, foreldraumboð.
Myndatekstur: Gjáramorgunin handaðu foreldrini at teim 22 smábørnunum, sum ikki sleppa í Venjingarskúlan í 1. flokk í summar, landsstýrismanninum í skúlamálum kæru um avgerðina hjá Tórshavnar býráð saman við 800 undirskriftum frá fólki í Vesturbýnum í Havn.