Í grundgevingum sínum fyri at Ford S-MAX fekk heiðurin sum "Car of the Year 2007", sigur formaðurin í dómsnevndin, Ray Hutton, m.a. at teir eru ovfarnir av, hvussu rúmligur bilurin er, hvussu væl hann er innrættaður og av tryggu og sportligu koyrieginleikunum. Ford S-MAX, fekk eisini fimm stjørnur í Euro NCAP trygdartestunum.










