Ford Fiesta 2001? er á bilaframsýningini í Frankfurt

Síðan Ford Fiesta fyrstu ferð kom á marknaðin, eru umleið 10 milliónir bilar gjørdir, og Fiesta hevur í nógvum londum verið tann mest seldi bilurin fleiri ár á rað.

 

Síðan Ford Fiesta fyrstu ferð kom á marknaðin, eru umleið 10 milliónir bilar gjørdir, og Fiesta hevur í nógvum londum verið tann mest seldi bilurin fleiri ár á rað. Nú verður ein nýggjur Fiesta er at síggja á Frankfurt Motorshow í døgunum frá 13. til 23. september


???????????????????

BILAR

Magnus Gunnarsson

????????????????????


Linjurnar á nýggja Fiesta minna bæði um Focus og Mondeo. Í 1984 var Fiesta fyrsti bilur í sínum klassa við dieselmotori, eisini var hann fyrstur við ABS bremsum í hesi støddini, eins og við airbag sum standardútgerð. Ætlanin er at nýggi Fiesta eisini skal seta nýggja standard fyri plássi og útgerð, við til dømis 6 airbag og ESP elektroniskari stabilitetsskipan sum standard. Samstundis skal framleiðslutíðin skerjast frá 22 til 16.5 tímar pr. bil.


Kelda: FDM / Motor