Í fongsul fyri at koyra uttan loyvi


 

Fríggjanáttina klokkan trý varð ein 28 ára gamal maður tikin á Strondum. Hann varð tikin fyri at koyra í frádømingartíðini, eftir at hann hevur mist koyrikortið.

Maðurin kann vænta, at hann skal inn at sita fyri hetta brotið á lógina. Hetta er ikki fyrstu ferð, at løgreglan tekur viðkomandi í frádømingartíðini, og tí skal hann í fongsul. Maðurin var einsamallur í bilinum.